Fótbóltur

NSÍ eina millión í avlopi

Og fleiri broytingar eru í starvsnevndini hjá felagnum. Hetta er greitt eftir aðalfundin í gjár. Talið av limum er eisini vaksandi.

Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge blivu einmælt vald inn í nevndina. Karstin Joensen heldur allarhelst fram sum formaður. Steypagull og uppflytingar vóru partur av kappingarárinum í 2023 (Mynd: nsi.fo)

Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge blivu einmælt vald inn í nevndina. Karstin Joensen heldur allarhelst fram sum formaður. Steypagull og uppflytingar vóru partur av kappingarárinum í 2023 (Mynd: nsi.fo)

2024-02-16 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hóskvøldið 15. februar, hevði NSÍ aðalfund. Har varð millum annað rokniskapurin fyri seinasta árið lagdur fram og góðkendur.

Tølini síggja gott út fyri NSÍ: Úrslitið fyri 2023, har fremsta mansliðið spældi í 1. deild, vísti eitt avlop upp á eina góða millión.

Hetta skrivar NSÍ á heimasíðu sínari í dag.

Formaðurin Karstin Joensen greiddi frá, hvussu gongdin hevði verið í felagnum í kappingarárinum 2023.

- Ítróttarliga kann felagið frøðast yvir flotta úrslitið hjá besta kvinnuliðnum, og at felagið aftur hevði vunnið sær sess í bæði bestu og næstbestu mansdeildini. Samstundis hevur felagið eisini staðið seg væl í teimum yngri deildunum.

NSÍ hevur seinasta árið skipað seg eitt sindur øðrvísi. Felagið hevur sett ein stjóra í fulla tíð, ið hevur tikið sær av øllum tí praktiska. Eisini hevur felagið sett eitt ungdómstoymið, ið hevur skipað allan ungdómsfótbóltin og staðið fyri ymiskum sosialum tiltøkum. Saman hevur hetta skapað eitt gott grundarlag fyri NSÍ og sæst hetta aftur í vaksandi talinum av virknum limum í felagnum, skrivar nsi.fo

Seinasta punkt á aðalfundinum var val av nýggjari starvsnevnd. Fimm limir høvdu undan aðalfundinum valt ikki at stilla up aftur. Tey eru Tanja Huneck, Bárður Højgaard, Annika D. Jacobsen, Oddvør Jacobsen og Dan Lamhauge.

Tískil skuldu nýggir limir inn í starvsnevndina. Fimm nevndarlimir stóðu fyri vali. Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge blivu øll einmælt vald inn í nevndina.

Starvsevndin hjá NSÍ sær tískil soleiðis út:

Karstin Joensen, Andreas Lamhauge, Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge.

Nevndin skipar seg fyrst í komandi viku, skrivar heimasíðan hjá NSÍ. Tað kann tó helst staðfestast, at klaksvíkingurin Karstin Joensen fer at halda fram í hesum sessinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder