Fótbóltur

NSÍ hevur fingið fleiri sáttmálar uppá pláss

Pætur Hentze, Aron Kundsen og Pætur Skipanes eru ímillum teir ungu, sum hava longt sáttmálan við barndómsfelagið.

Aron Knudsen hevur fingið sítt gjøgnumbrot fyri NSÍ í ár. Miðvallarin hevur skorað fýra mál (Mynd: Sverri Egholm)

Aron Knudsen hevur fingið sítt gjøgnumbrot fyri NSÍ í ár. Miðvallarin hevur skorað fýra mál (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-08 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið kunngjørdi NSÍ seks nýggjar sáttmálar. Ein av teimum var við nummar eitt, Tórð Thomsen.

Les eisini: Tórður Thomsen heldur fram í barndómsfelagnum

Fimm av leikarunum ið eru føddir við aldarskifti, og sum eru uppvaksnir í felagnum hava skrivað undir nýggjan sáttmála. 

Serliga tveir av teimum hava gjørt vart við seg farna ár. Aron Knudsen, ið er yngri beiggi Petur Knudsen, spældi samanlagt 22 dystir fyri besta liðið og skoraði fýra mál. Hetta varð gjøgnumbrotið hjá nú 21-ára gamla leikaranum, ið hevur verið nógv skaðadarvaður seinastu árini. Sáttmálin hjá Aroni er galdandi fyri 2021.

Bárður Hansen hevði trupulleikar av skaðum seinna partin av kappingarárinum. Tí kom Pætur Turiðarson Skipanes inn á vinstra vongbakk, og Jann Benjaminsen fór yvirum. Ivamál er um Jann til komandi ár, men tað er nú greitt, at 20-ára gamli Pætur heldur fram. Hann spældi 18 dystir við besta liðnum, og gjørdi tað væl og varð úttikin til U21-landsliðið. Ímóti endanum gjørdi Pætur Skipanes veruliga vart við seg við tveimum góðum og umráðandi málum á Tórsvølli móti HB og B36. Pætur hevur nú sáttmála við NSÍ, ið er galdandi til endan av 2022.

[object Object]Pætur Skipanes (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Hentze fekk møguleikan í 2018, og bakkurin beit seg fastan á liðið. Í fyrru hálvu í fjør spældi hann eisini væl, men so fekk hann ein álvarasaman fótskaða. Pætur hevði eisini nakað av trupulleikar við mitt í árinum men hevur spælt 10 dystir á besta liðnum í 2020 og yvir 50 samanlagt, og til og við 2022 verður hann í NSÍ

Sølvi Sigvardsen og Atli Petersen hava sín fyrsta dyst við besta liðið barndómsfelagsins til góðar, men hava verið fastir leikarar í 1. deild  seinnu árini, har teir hava ávíkavist 91 og 80 dystir. Teir hava báðir skrivað undir sáttmála við NSÍ, ið er galdandi komandi tvey árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder