
- Tórður Thomsen hevur havt eitt fantastiskt kappingarár í NSÍ, og hevur verið ein tryggur aftasti skansi fyri felagið. Við gulum “brillum” so er Tórður avgjørt ársins málmaður, og eru vit glað og stolt yvir at Tórður nú hevur sett undirskrift á nýggjan sáttmála við NSÍ.
Soleiðis skrivaði NSÍ í gjárkvøldið, tá felagið kunngjørdi, at málverjin heldur fram í felagnum.
Tórður er uppvaksin í NSÍ, men er eisini kendur fyri sína tíð í B36, har hann í 2014 og 2015 var aftasti skansi hjá meistaraliðnum. Í 2015 varð Tórður Thomsen valdur til ársins málverja.
Í annaðkvøld verður greitt, hvør verður ársins málverji í 2020. Tað er ein kapping millum Tórð og Teit Matras Gestsson úr HB. Tórður hevur í høvuðsheitinum staðið sera væl hjá NSÍ, ið lat 26 mál inn í ár. Serliga var tað tíðliga á árinum, at 34-ára gamli málverjin gjørdi vart við seg.
Samanlagt hevur Tórður Thomsen spælt 316 dystir í bestu deildini. Hann hevur eisini spælt 13 evropeiskar dystir, og í ár kom hann aftur á A-landsliðið.
NSÍ kunngjørdi eisini fleiri aðrar sáttmálar við lokalar leikarar í gjárkvøldið. Millum annað hava Aron Kundsen, Pætur Skipanes og Pætur Hentze skrivað undir nýggjar sáttmálar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald