Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ.
Jákup er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari á Setrinum. Jákup hevur allan sín uppvøkstur verið ein partur í NSÍ, bæði sum leikari og sum venjari í felagnum.
Ítrótturin, og kanska serliga fótbólturin, hevur altíð ligið í dna’num í familjuni, tí bæði pápin, Trygvi, og abbin, heiðurslimur Jákup Mortensen, sáli, hava havt aktivar leiklutir í felagnum.
Jákup er nærlagdur, rúmligur og fyrikomandi og gongur høgt uppí, at allar uppgávur í felagnum verða loystar á skilabestan hátt. Hann er í dag eisini høvuðsungdómsvenjari og kemur framhaldandi at taka sær av hesi uppgávu. Hann tók UEFA B prógvið í 2019.
Nógvar praktiskar uppgávur fylgja eisini hesum starvi, men við einum vælvirkandi stjóra fer gerandisdagurin hjá øllum rundan um felagið, bæði venjarum og nevnd, at verða lættari at fara undir.
Vit í starvsnevndini eru sera glað fyri, at Jákup hevur valt at taka við hesum starvi, og síggja vit fram til eitt gott og spennandi samstarv, øllum felagnum at gagni.
NSÍ - Karstin Joensen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald