Fótbóltur

NSÍ hevur vunnið sínar fýra seinastu dystir í Sarpugerði

Seinastu trý árini hava teir í gulum og svørtum vunnið allar útidystirnar móti Víkingi og tveir inannhýsis dystir á hvørjum ári. Eingin av teimum níggju dystunum er endaður javnur.

Teir ljósabláu vinna minst ein sigur um árið í Runavík, men tað tað eru yvir trý og eitt hálvt ár síðani, at Víkingur vann ein heimadyst móti runavíkingum. (Savnsmynd frá 2016 - Klæmint Andrasson Olsen skal í kvøld royna at skora í Sarpugerði, har Gert Hansen er í venjaratoyminum)

Teir ljósabláu vinna minst ein sigur um árið í Runavík, men tað tað eru yvir trý og eitt hálvt ár síðani, at Víkingur vann ein heimadyst móti runavíkingum. (Savnsmynd frá 2016 - Klæmint Andrasson Olsen skal í kvøld royna at skora í Sarpugerði, har Gert Hansen er í venjaratoyminum)

2020-05-22 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var í fleiri ár ein marra hjá NSÍ at spæla í Sarpugerði og í høvuðsheitinum at spæla ímóti Víkingi. Eftir stovnanina í 2008 fekk Víkingur skjótt tak á NSÍ, og í nógv ár vóru hagtølini í innahýsis dystum millum tvey tey størstu liðini í oynni ójøvn.

Nú er vent í holuni. Seint í 2016 vann Víkingur lykladyst í FM-stríðnum móti NSÍ (2-0) Í 2017 vann Vìkingur í Runavík í 2. umfari, og yvirveldið hjá teimum ljósabláu á vespunum sá út til at halda fram. Men 18. juni sama ár skoraði Árni Frederiksberg til 2-1 í yvirtíðini í Sarpugerði, og harvið koppaði NSÍ føroyameistarunum. Í oktober útsetti NSÍ FM-veistluna hjá Vìkingi við sigri í Runavík í 26. umfari.

Les eisini: Petur Knudsen: Vit eru ikki nøgdir við nakað annað enn ein sigur
Finnur Justinussen: Skulu vísa at tað er ein marra at vera mótstøðulið í Sarpugerði

Í 2018 vann NSÍ tvær ferðir í Sarpgerði - seinnu ferð 3-0. Í dystinum við Løkin var Víkingur tó omaná.

Í fjør var líknandi støða. NSÍ vann tveir av trimum dystum - ein á heimavølli og ein á útivølli - í Sarpugerði var NSÍ aftanfyri 2-0 í steðginum, men vann 3-2. Í 24. umfari hevndi Víkingur seg tó, við at so at siga endaliga knúsa FM-dreymin hjá NSÍ við 2-0 sigri við Løkin. 

Seinastu trý árini

2017: 
NSÍ - Víkingur 0-1
Víkingur - NSÍ 1-2
NSÍ - Víkingur 2-1

2018: 
Víkingur - NSÍ 1-2
NSÍ - Víkingur 1-2
Víkingur - NSÍ 0-3

2019: 
NSÍ - Víkingur 4-2
Víkingur - NSÍ 2-3
NSÍ - Víkingur 0-2

Samanlagt: 
NSÍ 6 sigrar
Víkingur 3 sigrar
Javnleikir: 0

Hagtøl: FaroeSoccer

Harvið kann staðfestast, at NSÍ í løtuni hevur taki á Vìkingi - serliga í Sarpugerði. Teir ljósabláu vinna minst ein sigur um árið í Runavík, men tað tað eru yvir trý og eitt hálvt ár síðani, at Víkingur vann ein heimadyst móti runavíkingum. Spurningurin er, um tað fer at venda í kvøld. 

Fyrsta bríksl í Sarpugerði í kvøld verður klokkan 19.00. Vit dagføra frá dystinum og eru á staðnum við myndatólinum. Eftir dystin hava vit dystarfrásøgn, og vit gera samrøður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder