Tað er nú spurningurin hvat tað kann fáa av avleiðingum, at B36 síðst í dystinum móti NSÍ á Eiði í dag, skifti ein leikara inn á vøllin, sum ikki stóð á talgilda dómaraseðlinum.
Bolt.fo skrivaði um hetta fyrr í kvøld, og Dánjal Hansen, formaður í NSÍ, sigur við Kringvarpið, at tey nú hava kært innskiftingina.
Hetta var í 91. minutti, at Ragnar Samuelsen kom á vøllin. Tá dómarin, Rúni Gaardbo skuldi føra dómaraseðilin inn aftaná dystin, ber ikki til endaliga at skráseta útskiftingina.
Rúni Gaardbo sigur við Kringvarpið, at FSF er kunnað um hetta.
B36 vann dystin 2-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald