Lagt er upp til eina spennandi finalu leygarkvøldið - í annaðkvøld - á Tórsvølli. Talan er um tí seinastu av teimum átta steypafinalunum hesa vikuna.
Steypafinalan hjá kvinnum 2024
Í morgin, leygardagin 5. oktober
18.30: Víkingur – NSÍ
Dómari: Andras Frederiksberg
Víkingur og NSÍ hava kappast í oddinum í ár. Tey bæði bestu kvinnuliðini í Eysturoynni hava spælt tríggjar innanhýsis dystir - seinast fyri tólv døgum síðani. Tá endaði tað 1-1, tað gjørdi tað eisini í mai, men NSÍ vann 5-2, tá liðini spældi við Løkin 18. august.
NSÍ liggur eisini til at vinna FM, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini, og harvið er greipan framvegis ein góður møguleiki fyri liðið hjá Allani Dybczak, sum hevur profilar sum Heidi Sevdal, Saru Samson Lamhauge, Juliu Naomi Mortensen, Mirjam Huneck, Lenu Olsen og Abigail Mensah.
NSÍ vann 3-1 á KÍ í oddabrakinum í Betrideildini - nú skulu tær í gulum og svørtum royna at avgerða meistaraheitið (Mynd: Sverri Egholm)
Julia Naomi Mortensen í dystinum móti KÍ. Hon hevur sanniliga gjørt mun fyri NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Allan Dybczak, høvuðsvenjari, í steypafinaluni í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í fjør eydnaðist at basa KÍ í steypafinaluni. NSÍ gjørdist fyri fyrstu ferð steypavinnari í 2021 og var í finaluni í 2020. Harvið skal liðið nú spæla fjórðu finaluna uppá fimm ár, og NSÍ kann tryggja sær triðja steypagullið uppá fýra ár.
Víkingur skal royna at forða fyri, at NSÍ endurvinnur og hevur greipumøguleikan. Liðið úr Eysturkommunu skrivar søgu við at vera umboðað í steypafinaluni hjá kvinnum fyri fyrstu ferð nakrantíð.
So er spurningurin, um gull og steyp kemur við aftur. Svenn Olsen hevur Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir sum sín heilt stóra profil. Mona Rasmudóttir, ungu Rakul Sørensen og Eydna Dalheim Olsen og royndi liðskiparin Maibritt Olsen (mamma Eydnu) eru eisini lykaspælarar. Lea Lisberg og málverjin Eyðgerð Berg (f.Mikkelsen) hava gjørt stóran mun, síðani tær komu til felagið í vetur.
Blaðunga Eydna Dalheim Olsen og Lea Lisberg í dysti móti HB (Mynd: Sverri Egholm)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir er toppskjútti og stórur partur av at fáa spælið at flóta (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Dysturin í annaðkvøld sæst í Televarpinum. Portalurin verður eisini á staðnum og hevur ymiskt tilfar. Atgongumerki kunnu keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald