
FSF: Farna vikuskifti, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin var 10. umfar í fremstu deildini hjá kvinnum á skránni.
Fríggjadagin møttust Skála og 07 Vestur undir Mýruhjalla. Meginpartin av dystinum vóru gestirnir undirmannaðir, eftri at 07 Vestur longu í áttanda minutti fekk ein spælara vístan av vølli. Men kortini eydnaðist teimum at fáa eitt stig burturúr. Sara Benjaminsen legði Skála á odda tá 74 minuttir vóru spældir, meðan Sissal Haraldsen javnaði til 1-1 fimm minuttir fyri leilok.
Við Løkin í Runavík tók oddaliðið NSÍ ímóti FC Hoyvík. Úrslitið gjørdist 10-1 til NSÍ, sum var á odda 7-1 í hálvleikinum. Heidi Sevdal skoraði fýra ferðir, meðan Lena Olsen, Julia Naomi Mortensen og Rebekka Fjallsá Benbakoura skoraðu tvey mál í part. Málskjúttin hjá FC Hoyvík var Noomi Hansen.
Sunnudagin vóru tveir dystir á skránni. Í grannauppgerðini millum B36 og HB vunnu tær reyð-svørtu ein sannførandi 6-0 sigur. Lisa Haraldsen gjørdi trý mál, Rúna Jacobsen skoraði tvey, og Sunniva Willemoes eitt.
Í Sarpugerði í Norðragøtu var KÍ á vitjan hjá Víkingi, og tá avtornaði vunnu klaksvíkskvinnur 5-2. Talan var kortini um ein javnan dyst, men tá tær á heimaliðnum seinastu løtuna fóru eftir javnleikinum, kostaði tað í verjupartinum.
Málini hjá KÍ gjørdu Tóra Mohr, Sólja Ernstdóttir, Birita Ryan og Birita Mohr, meðan tað fimta var sjálvmál. Málskjúttarnir hjá Víkingi vóru Rakul Sørensen og Sára Poulsdóttir á Líðarenda.
Orsakað av landsliðsvirksemi – fríggjadagin 30. mai spælir kvinnulandsliðið í Moldova, og týsdagin 3. juni spæla Føroyar og Slovakia á Tórsvølli – er steðgur í landskappingini til 9. juni, tá 11. umfar í Betrideildini er á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald