Fótbóltur

NSÍ koppaði KÍ eftir longda leiktíð

Dania Andrasdóttir Olsen avgjørdi finaluna við brotssparki í longdu leiktíðini, og NSÍ hevði fleiri møguleikar enn føroyameistararnir. Steyp nummar tvey hjá NSÍ seinastu trý árini.

NSÍ javnaði beint eftir leiðslumálið - avgerandi málið fall í yvirtíðini (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ javnaði beint eftir leiðslumálið - avgerandi málið fall í yvirtíðini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-07 21:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnurnar hjá NSÍ eru steypavinnarar fyri aðru ferð. Hetta er greitt eftir dramatiska, spennandi og langa finalu á Tórsvølli í kvøld, har tær í gulum og svørtum at enda vunnu uppiborið.

Tað vóru annars favorittarnir úr KÍ, sum vóru omaná fyrstu løtuna, og í 30. minutti legði Durita Hummeland tær í bláum á odda. Hetta var eftir gott hornaspark frá Tòrunn Højgaard Joensen og síðani stútara - eftir líknandi uppskrift sum 1-0 málið í steypafinaluni í fjør.

Eins og tá helt leiðslan ikki leingi, og longu í 32. minutti javnaði NSÍ. Tað eydnaðist at halda fast í álopinum, og eftir góðar dribblingar frá Heidi Sevdal og innlegg úr vinstru endaði bólturin hjá Lenu Olsen. Hon smekkaði til, og so var 1-1.

[object Object]
NSÍ hevur her javnað (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevði havt leikliga yvirvág fyri steðgin, har NSÍ hevði ligið heldur langt afturi og dúga mest uppá umsillingar. Tað var tó liðið hjá Allani Dybzcak, ið kom betri út til 2. hálvleik. Heidi Sevdal fekk fríleypara í 54. minutti, men Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði. Tað gjørdi dagsins KÍ-liðskipari aftur nakað seinni, og NSÍ skapti fleiri vandamiklar støður.

Tað lá meira til NSÍ at avgera og KÍ, sum tykiskt at sakna skøddu Sannu Svarvadal, tyktiskt heldur ráðaleyst. Tað gav tó álopsspælinum meira bit, tá Rannvá Biskopstø Andreasen kom á vøllin, og dysturin javnaði seg útaftur.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Myndir: NSÍ - KÍ

1-1 eftir 90 minuttir, og í 1. hálvleiki í longdu leiktíðini var KÍ vandameiri. Tað eydnaðist tó NSÍ at avgera alt. Í vanligu leiktíðini sá tá út sum brotsspark, tá Heidi Sevdal fór umkoll einaferð, og tíðliga í 2. hálvleiki í longdu leiktíðini peikaði Høgni Madsen á blettin, tá unga og orkuríka Helga Mikkelsen fór umkoll í KÍ-brotsteignum eftir nærdyst við Duritu Hummeland.

Dania Andrasdóttir Olsen, ið spældi ein frálíkan dyst, sum ein av trimum miðverjum var ísakøld og sendi bóltin heilt upp í vinstra málhorn. Stórur fagnaður í NSÍ-leguni og eisini eftir seinasta bríksl. KÍ megnaði ikki at svara aftur, og NSÍ vann uppiborið í einari inntensari finalu, har nógvar flottar atgerðir vóru, og liðini vístu góðan stríðsvilja - serliga tær í gulum.

KÍ hevði ikki tapt á føroyskari jørð í 2023 undan finaluni. NSÍ vann eisini steypakappingina í 2021. Meira seinni.

Steypafinalan hjá kvinnum 2023
Tórsvøllur, 07.10
NSÍ - KÍ 2-1 eftir longda leiktíð (1-1)
30' Durita Hummeland 1-0
32' Lena Olsen 1-1
109' Dania Andrasdóttir Olsen, br. 2-1

Uppstillingar, hagtøl o.a. á dystir.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder