Fótbóltur

NSÍ leggur stórt trýst á KÍ - HB vann sætta sigurin á rað og blandar seg

EB/Streymur stríddist ímóti allan, hóast góða byrjan hjá NSÍ, og at enda vann oddaliðið 4-2 - tríggjar dagar eftir harðan Europa League-dyst. Í Gundadali var alt so at siga avgjørt eftir 18 minuttir: 2-0 til HB og reytt kort til B68.

Marius Kryger Lindh setti hol á málvetisluna við Løkin longu eftir tríggjar minuttir - hann skoraði eisini i Europa League hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Marius Kryger Lindh setti hol á málvetisluna við Løkin longu eftir tríggjar minuttir - hann skoraði eisini i Europa League hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-16 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 19. umfari Meistaradeildini eru spældir.

Í Runavík var undirhald - og eingi veruligir evropeiskir timburmenn - tá oddaliðið fyri aðru ferð hesa vikuna skoraði fýra mál. Harvið økti liðið hjá "Siggi Raggi" Eyjólfssn økti um leiðsluna til KÍ, sum spælir í morgin.

2-0 eftir tjúgu minuttir, men EB/Streymur treiskaðist - tvær ferðir - og so varð einkli endaliga avgjørt fyrenn í yvirtíðini, tá innskifti Klæmint Andrasson Olsen skoraði snilt kontramál.

Nú hevur NSÍ seks stig niður til KÍ, og HB er á 3. plássinum - eitt stig frá KÍ.

Heini Fossdalsá Sørensen og Stefan Radosavljevic skoraðu báðir innanfyri fyrstu 17 minuttirnar í Gudnadali, og millum tey bæði málini fekk Sebastian Lau Nielsen beinleiðis reytt kort fyri ógvuliga ljóta takkling, sum gjørdi at Noah Mneney fekk stóran skaða.

Harvið verður B68-profilurin ikki við í botnbrakinum móti Skála um eina viku. Og HB hevur nú vunnið seks dystir á rað. Tað endaði 2-0 í dag.

[object Object]

19. umfar í Meistaradeildini hjá monnum 
Sunnudagin 16. august

NSÍ - EB/Streymur 3-2 (2-0)
3' Marius Kryger Lindh 1-0
21' Sammy Skytte 2-0
63' Kristian Svabo Eliasen 2-1
77' Petur Knudsen, br. 3-1
80' Meinhard Debes Geyti 3-2

HB - B68 2-0 
7' Heini Fossdalsá Sørensen 1-0
18' Stefan Radosavljevic 2-0

Reytt kort: Sebastian Lau Nielsen (11 - beinleiðis reytt kort)

17.15: 07 Vestur - B36 (FM1)

18.30: Skála - Víkingur 

(Klokkan 19.30 verður tikið samanum í 3. hálvleik)

Lurta eftir FM1 her

Í morgin, mánadagin 17. august
18.30 AB - KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder