Fótbóltur

NSÍ og HB til Skotlands - B36 heimavøll móti Levadia Tallinn

Hetta er veruleikin, um føroysku liðini í Europa League koma víðari úr undanumfarinum.

Høvuðsstaðarfeløgini fingu heilt ymiskar lagnur í lutakastinum (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsstaðarfeløgini fingu heilt ymiskar lagnur í lutakastinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-10 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næsta hósdag skulu B36, NSÍ og HB spæla í undanumfarinum í Europa League. Øll liðini eru styrkismett og hava góðan møguleika at spæla seg víðari. B36 trekti í gjár tað helst veikast gjørliga mótstøðuliga, men skal spæla á útivølli. NSÍ var tað einasta, ið fekk heimavøll - bert ein dystur verður leiktur í hvørjum umfari.

Europa League undanumfar:

Glentoran (Norðurírland) - HB
St Joseph's (Gibraltar) - B36
NSÍ - 
Barry Town United (Wales)

Les eisini: Liðini síggja øll góðan møguleika fyri at koma víðari

Í dag var lutakast til 1. umfar í kappingini. Har gjørdist greitt, hvat fyri mótstøða bíðar, um føroysku liðini koma víðari til 1. umfar. HB og NSÍ fingu eitt keðiligt lutakast, í mun til at dystirnir skulu spælast á útivølli. Liðið sum endaði nummar trý í Skotlandi bíðar hjá HB, og NSÍ skal til Aberdeen, um tað eydnast at vinna á Barry Town á Svangaskarði 20. august. Hetta var annað lutakastið uppá tveir dagar, at HB endaði sum útiliðið. NSÍ var í 2018 í Edinburgh og spældi móti Hibernian. Tá taptu runavíkingar 6-1.

[object Object]
Her stríðast Klæmint Andrasson Olsen og Fróði Benjaminsen við ein "Hibs-leikara", tá skotar vitjaðu í 2018. Hesin dysturin endaði 4-6, og Klæmint skoraði øll málini fyri NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hjá B36 var heldur øðrvísi. Liðið er styrkismett til 1. umfar eisini, orsakað av stigunum ið liðið hevur fingið í Evropa seinastu árini. Ártalsfelagið fekk eisini heimavøll, men trekti tað á pappírinum sterkasta mótstøðuliðið, ið var gjørligt eftir bólkingini. Talan er Levadia Tallinn, ið endaði nummar tvey í Estlandi farna kappingarár. Hinir møguleikarnir vóru Víkingur Reykjavík, ið endaði á 7. plássi í íslendsku deildini 2019, men sum vann steypakappingina, ella vinnarin av Coleraine (Norðurírland) og La Fiorita (San Marino) í undanumfarinum. B36 spældi í 2017 tveir tættar dystir móti Nomme Kalju úr Estlandi men tapti báðar 2-1.

Europa League 1. umfar

Aberdeen - NSÍ /Barry Town
Motherwell - Glentoran/HB
St Joseph's/B36 - FC Levadia Tallinn

Dystirnir verða leiktir 27. august

Les eisini: KÍ skal møguliga til Sveis seinni í mánaðinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder