Á middegi var lutakast til undanumfari í Europa League. HB, B36 og NSÍ vóru øll styrkismett og vóru í sama landafrøðiliga bólki. Lutakastið háttaði seg á hendan hátt:
Undanumfar í Europa League - verður leikt 20. august:
Glentoran - HB
St Joseph's - B36
NSÍ - Barry Town United
Les eisini: Tveir útidystir og ein heimadystir í undanumfarinum í Europa League
- Fingu heimavøll og tað var tað mest umráðandi
Portalurin hevur verið í samband við eitt umboð frá hvørjum felagið. Tað er í øllum feløgunum bjartskygni at hóma, hóast teir í høvuðsstaðnum sjálvsagt ikki eru so fegnir um at skula spæla á útivølli. Í ár verður bert ein dystur leiktur í hvørjum umfari fyri at fáa undankappingina at ganga skjótari, og so at bólkaspælið kann byrja til ætlaðu tíðina.
Jákup á Borg vísir á langa túrin og meirkostnaðin við kravinum um leiguflogfar. Tó er mótstøðuliðið ikki nakað, ið 40-ára gamli høvuðsvenjarin hjá B36 sum longdi sáttmálan í gjár, ið er so keddur av at skula møta. Tað er tað sama, ið B36 sló út eftir tvær ferðir 1-1 og brotssparkskapping (og leikliga yvirvág) í 2018:
- Vit klárađu tað akkurát síðst, so har hava vit góð minnir. Best var um tað var St Joseph's heima. Hetta er eisini eitt fíggjarligt bakkast, tí leiguflogfar so langt suður kostar felagnum nógv. Men tað er bara at spæla okkum víðari, so fær felagið enn fleiri pengar, og í høvuðsheitinum kunnu vit ikki klaga um lutakastið. Nú kenna vit teir eitt sindur men fara at fáa video og og meira kunning, og so fara vit dagarnir áðrenn dystin at fyrireika okkum uppá besta mátan
Jákup á Borg skulu niður til sólina á Gibraltar. Tað kostar felagnum nógv, men um úrslitið er tað rætta, so gevur tað eisini sanniliga nakað (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í norðara húsinum í Gundadali irðað teir seg eisini um útivøllin, men sambært málverjanum og varaliðformanninum er talan um eina spennandi uppgávu í Belfast móti norðurírsku steypavinnarunum:
- Tað er sera óheppi við útivøllinum, men alt í alt vildi eg mett, at vit hava ein kjans fyri koma víðari móti Glentoran. Talan verður ein spennandi uppgávu, ið vit nú skjótt av álvara fara at fyrireika okkum til
Tað sigur Teitur Matras Gestsson, ið hevur nógvar royndir í evropeiskum dystum. Málverjin hevur 15 slíkar, og minnist at hann áður hevur spælt á heimavøllinum hjá Glentoran, The Oval við pláss fyri 6.000 áskoðarum, í norðurírska høvuðsstaðnum. Tað var við ungdómslandsliði. Í fjør spældi Teitur í fyrra dystinum móti Linfield, ið er sterkasta liðið í Norðurírlandi. Hann endaði 2-2, og HB var leikliga omaná. Tryggi aftasti skansin, ið fyllur 28 dagin fyri dystin hesuferð, var ikki við í Belfast í fjør, har HB tapti 1-0 og fór út av Europa League. Glentoran endaði farna kappingarár á 5. plássi, 11 stig aftanfyri Linfield
Teitur Gestsson er til reiðar til evropeisku uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)
- Tað er avgjørt ikki tað ringasta lutakasti vit hava havt gjørnum árini. Vit eru glaðir fyri at trekkja heimavøllin og fara vit 100% inn fyri at koma víðari.
Vit hava sjálvandi ikki havt tíð at granska í mótstøðuliðnum enn, men tað er uttan yva eitt sterkt lið vit møta. Vit eru sera spentir uppá uppgávuna
Soleiðis sigur 30-ára gamli liðformaðurin hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, ið hevur spælt 19 evropeiskar dystir fyri felagið. NSÍ fekk heimavøll, og hetta kann gera stóran mun. Barry Town United endaði í fjør á 4. plássi í Wales. Talan er ikki um eitt lið, ið hevur glæsilig evropeisk úrslit - tað hevur NSÍ heldur ikki, tí felagið er ongantíð komið víðari. Tað er tó nógv, ið bendir á, at hetta er besti møguleikin higartil hjá Klæmint og. co.
Í fjør gekk tað ikki hjá Klæminti Olsen og NSÍ móti Ballymena úr Norðurírlandi. Tað endaði 2-0 á útivølli, og á Svangaskarði fekk NSÍ ikki gangnýtt møguleikarnar (Mynd: Olaf Olsen)
Portalurin fer komandi tíðin at fylgja gongdini, hjá føroysku liðunum í evropeiskum fótbólti , so tætt sum gjørligt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald