Fótbóltur

NSÍ og KÍ fáa síni mótsstøðulið at vita á middegi

Føroysku liðini í undanumfarinum í Europa League eru styrkismett.

KÍ og NSÍ skulu spæla fyrra dystin í undanumfarinum um stórar tvær vikur (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og NSÍ skulu spæla fyrra dystin í undanumfarinum um stórar tvær vikur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-11 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsdystir hava júst verið, summarfrítíðin í Betrideildini nærkast og harvið eisini evropeiskur fótbóltur. 

Tey fyrstu liðini úr Føroyum sum skulu í eldin eru NSÍ og KÍ, ið endaðu ávikavist nummar tvey og fýra í fjør. B36 endaði á triðja plássi men vann steypakappingina og kemur harvið inn í kappingina í 1. umfari, eins og NSÍ gjørdi í fjør.

Undanumfarið í Europa Leauge var á fyrsta sinni í fjør, har lið úr teimum lægst styrkismettu deildunum hittust. Har komu B36 og KÍ víðari ímóti ávíkavist St Joseph's (Gibraltar) og Birkirkara (Malta) B36 kom eisini víðari úr 1. umfari ímóti Titograd úr Montenegro, meðan KÍ har gjørdist ov stutt ímóti Zalgiris úr Litava.

Í ár skal KÍ aftur royna at koma víðari. NSÍ tapti í fjør 12-4 samanlagt fyri Hibernian úr Skotlandi. Bæði liðini eru styrkismett, og harvið skuldu útlitini fyri at liðini koma víðari verið góð. Sambært bolt.fo er Ballymena úr Norður Írlandi helst torførasta mótsstøðan hjá føroysku liðunum, meðan liðini úr Wales eru trupul at meta um .

Styrkismett: La Fiorita (SMR), Progrès (LUX), Cliftonville (NIR), Europa (GIB), NSÍ (FRO), KÍ Klaksvík (FRO), Prishtina (KOS)

Ikki styrkismett: Sant Julià (AND), Engordany (AND), Tre Fiori (SMR), Barry Town (WAL), Cardiff MU (WAL), St Joseph's (GIB), Ballymena (NIR)

Lutakastið verur kl. 12.00 føroyska tíð og kann fylgjast á uefa.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder