Fótbóltur

NSÍ og Oddur hava longt samstarvið

Verjuleikarin kom úr EB/Streymi í vetur og hevur verið stinnur í ár.

(Oddur Højgaard, her í nærdysti við Jákup Johansen í 3-0 sigrinum hjá NSÍ á Skála seinast í mai - Mynd: Sverri Egholm)

(Oddur Højgaard, her í nærdysti við Jákup Johansen í 3-0 sigrinum hjá NSÍ á Skála seinast í mai - Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-07 20:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í ár hava Jóhan Troest Davisen og Oddur Árnason Højgaard mannað miðverjuna hjá NSÍ, og hendan samansetingin hevur eydnast væl. Oddur kom til NSÍ undan kappingarárinum eftir eitt gott kappingarár í EB/Streymi.

29-ára gamli toftamaðurin hevur spælt 16 dystir í øllum kappingum í ár, og nú er greitt, at Oddur Højgard heldur fram í gulum og svørtum komandi kappingarár. NSÍ hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at stóri og sterki miðverjin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder