Fótbóltur

NSÍ og Víkingur vístu høgt støði

Oddastríðið er framvegis gróthart; HB og serliga Skála eru ikki partur av hesum í løtuni.

Víkingur var omaná móti føroyameistarunum í kvøld (Mynd:Sverri Egholm)

Víkingur var omaná móti føroyameistarunum í kvøld (Mynd:Sverri Egholm)

2019-05-27 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í 11. umfari vórðu leiktir í kvøld. Báðir vóru í Eysturoynni, og báðir høvdu stóran týdning fyri, hvussu oddastríðið fór at síggja út eftir umfarið. Í løtuni myndar tað seg á tann hátt, at tað eru bert trý stig frá nummar fýra til nummar eitt, meðan HB er nakað burtur frá, og Skála so at siga er heilt úti.

Tað var fitt av vindi og kalt í Sarpugerði, har fyrri dysturin í kvøld varð bríkslaður í gongd. Tað var tó ikki eins nógv sum í seinastu viku, tá Víkingur og Skála spældu seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Atli Gregersen var við aftur eftir leikbann, meðan Símun Samuelsen sat uttanfyri í kvøld við leikbanni. HB manglaði eisini Binna; Víkingur var uttan Lawal.

Longu eftir fýra minuttir skoraði heimaliðið. Sølvi Vatnhamar legði innfyri úr vinstru, tað sá ikki so vandamikið út, men Magnus Egilsson fekk ikki ruddað burtur, og so var Dion Splidt til reiðar við aftaru stong og revsaði. Hann skoraði eisini í Gundadali í uppgerðini millum liðini fyrr í ár, og hevur eisini avgjørt fyri AB og KÍ móti HB fyrr.

[object Object]
(Dion Splidt hevur lagt Víking á odda - Mynd: Sverri Egholm) 

Fyrstu løtuna hevði Víkingur fleiri góðar støður uppá umstillingar, har HB misti bóltin, og heimaliðið gjørdi skjótt av. Dion kundi økt eftir eitt lítið korter, tá Víkingur gjørdist 3 vs. 2, men skotið fór omannfyri. Útiliðið hevði annars bóltin meira men hevði sera ilt við at skapa nakað. Víkingur var kompakt og vælskipað. Besta royndin hjá HB áðrenn hálvleik kom beint fyri steðgin, men skotið hjá Dan í Soylu fór beint framvið. 

Myndir: Víkingur-HB

Sølvi hevði tveir góðar møguleika at økja fyrsta korterið av 2. hálvleiki, og heilt stutt eftir seinna møguleikan datt bólturin til eyðsýnda landsliðsleikaran eftir horna, og síðani for hann um koll. Víkingarnir vildu hava brotsspark og næsta minuttin reytt kort, tá Jógvan Rói Davidsen, ið hevði gult kort, gjørdi ófantaligt fríspark móti júst Sølva.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

Seinasta fjórðingin av dystinum sat HB tungt á spælinum, meðan Víkingur framvegis vardi djúpt og væl fyri. Leikararnir á heimaliðnum arbeiddu sera hart og væl og vóru fyrst á so at siga øllum innleggum og flestu leysu bóltunum. Hørður Askham varð fluttir fram í álopið og Adrian Justinussen meira sentralt, og HB gjørdist nakað meira vandamikið. Tað var tó ikki nóg mikið, og Víkingur vann uppiborið. Ein disiplineraður og taktiskt væl útførdur innsatsur frá liðnum hjá Sámal Erik Hentze, ið hótti væl við Sølva, Lava, Filip og Dion uppá umstillingar, og sum fekk HB niður aftur á jørðina. Vìkingur er sera væl við í oddastríðnum, meðan HB hevur ein tungan veg.  

Víkingur - HB (1-0)
5' Dion Splidt 1-0

Víkingur (4-3-2-1): 
Elias Rasmussen, Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen (L), Hanus Jacobsen - Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar - Dion Splidt, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic - Andreas Lava Olsen (82' Jákup Vatnhamar Olsen)
Gul kort: Sølvi Vatnhamar

HB (4-4-2): Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður H. Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Pætur J. Petersen (68' Daniel Johansen), Dan í Soylu, Tróndur Jensen, Adrian R. Justinussen - Sebastian Pingel 68' Bartal Wardum), Ari Mohr Olsen 
Gul kort: Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Ari Mohr Olsen

Við Løkin var talan um sera lívliga byrjan. Ronni Møller-Iversen kom í góða skotstøðu beinanvegin, men Tórður Thomsen fekk hondina á. Í næsta álopinum var NSÍ nær við at fáa skot á í tveimum førum tætt undir málinum. Heimaliðið kom á odda eftir sjey minuttir: Gott innlegg frá Bárður Hansen, og Klæmint vinnur tvídystin við Pætur Dam Jacobsen, sum í dag var í miðverjuni. Bólturin rakti eisini skallan á Pæturi, men Klæmint varð skrásettur fyri sítt 13. mál í ár.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

NSÍ hevði fleiri góðar royndir stutt eftir málið, og heimaliðið spældi væl. 2-0 málið kom eftir, at Pætur Hentze legði ein høgan og harðan bólt inn í brotssteigin. Eftir enn ein nærdyst millum Klæmint og Pætur endaði bólturin tilvildarliga fyri føturnar á Pól Jóhannusi, ið prikaði bóltin inn úr stuttari fjarstøði. Stutt eftir hetta rakti Klæmint stongina við stútara. Skála kom eisini í góðar støður í hinum endanum og spældi við nógvari orku og vilja til at skapa, men eins og í undanfarnu dystum fyrr í ár manglaði kynsisman, og runavíkingar vóru omaná. NSÍ økti til 3-0 áðrenn hálvleik við brotssparki, tá afturvendi Petur Knudsen var tryggur úr ellivu metrum.

Myndir frá dystinum

Í 2. hálvleiki dovnaði dysturin nakað, av tí at støðan var sum hon var. Bæði liðini søkti tó at til tíðir, og tað var inntensitetur í nærdystinum. Í einari støðu kundi Ronni verið útvístur, tá hann gjørdist frustreraður, eftir at Bárður hálaði hann niður. Tað hendi tó ikki nógv meira í dystinum, og tískil var hetta eitt sera gott kvøld hjá NSÍ, ið vann 6. dystin á rað og harvið hevndi ósigurin frá dystinum á Skála í 3. umfari. Liðið í gulum og svørtum sær út til at vera sera væl fyri, meðan Skála tapti fjórða dystin á rað, og vandi er fyri, at teir appelsinlittu enda í ongamannalandi.   

[object Object]
(Tað gjørdist nakað heitt eina løtu við Løkin - Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ - Skála (3-0)
7' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
21' Pól Jóhannus Justinussen 2-0
44' Petur Knudsen 3-0 (br.)

NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen (81' Per Langgaard), Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze - Jann Martin Mortensen, Peder Nersveen,  Pól Jóhannus Justinussen - Jann J. Benjaminsen (84' Jannik Olsen), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (67' Búi Egilsson) 
Gul kort: Petur Knudsen, Bárður J. Hansen

Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen, Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen (L), Teitur R. Jonsen - Ólavur Mikkselsen (83' Djóni J. Petersen), Haraldur R. Højgaard (71' Niels Pauli Danielsen) - Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Erland Berg Danielsen (45' Janus Svabo Samuelsen) - Jákup Johansen
Gult kort: Ronni Møller-Iversen

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (26 stig)
2. NSÍ (25 stig)  
3. B36 (24 stig) 
4. Víkingur (23 stig) 
5. HB (18 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. AB (4 stig) 
10. ÍF (4 stig) 

Úrsltiini í gjár: 

B36 - AB 4-1 (2-0)
5' Árni Frederiksberg 1-0
16' Jónas Þór Næs 2-0
62' Ragnar Samuelsen 3-0
67' Bjarki Nielsen 3-1
85' Alex Mellemgaard 4-1

KÍ - EB/Streymur 4-0 (2-0)
41' Patrik Johannesen 1-0
44' Jonn Johannessen 2-0
62' Darius Lewis 3-0
75' Patrik Johannesen 4-0

TB - ÍF 1-0 (0-0)
80' Stefan Radosavljevic 1-0

Komandi umfar: 

12 01.06.19   NSÍ TB -
12 02.06.19   Víkingur SKÁLA -
12 02.06.19   HB EB/Streymur -
12 02.06.19   AB -
12 02.06.19   ÍF B36 -





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder