Fótbóltur

NSÍ selt Europa Leaguedystin fyri stóra peningaupphædd

Fyri meira enn 50.000 hevur bretska sjónvarpsrásin Premier Sport keypt rættindi til dystin.

(Mynd: Hibernian Football Club)

(Mynd: Hibernian Football Club)

2018-07-17 17:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Premier Sport hevur keypt rættin at vísa dystin á Svangaskarði millum NSÍ og skotska liðið Hibernia.

Tað skrivar heimasíðan bolt.fo.

Longu undan fyrra dystinum millum liðini, sum Hebernian vann 6-1 vórðu sjónvarpsrættindini seld, og talan er um góða avtalu, heldur formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen.

Hann vil ikki siga hvussu stór upphæddin er, men hann váttar fyri bolt.fo, at talan er um meira enn 50.000 krónur.

Tað má sigast at vera eitt sindur í føroyskum høpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder