Hondbóltur

- Tað verður truplari at spæla okkum til EM hesaferð

Men eg síggi góðar møguleikar í næstu viku - og sum heild - staðfestir Claus Mogensen. Føroyski landsliðshópurin er nú savnaður og skal til Íslands í morgin.

- Síðst høvdu vit Luksemborg í bólkinum, men nú eru Føroyar styrkismettar lægst, og Portugal eru frá triðja styrkisbólki, vísr Claus Mogensen á. Í morgin skulu hann og føroyska liðið til Íslands, har fyrsta uppgávan í undankappingni bíðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Síðst høvdu vit Luksemborg í bólkinum, men nú eru Føroyar styrkismettar lægst, og Portugal eru frá triðja styrkisbólki, vísr Claus Mogensen á. Í morgin skulu hann og føroyska liðið til Íslands, har fyrsta uppgávan í undankappingni bíðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-12 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er nakað truplari at spæla okkum til EM næsta ár, í mun til tað sum var í fjør. Hetta kemst millum annað av, at tað eru færri trý'arar, sum spæla seg til EM, og so síggja vit eisini at kappingin um topp-trý í hesum bólkinum verður ógvuliga hørð.

Soleiðis sigur Claus Mogensen, høvuðsvenjari á hondbóltslandsliðnum hjá kvinnum við Portalin. Royndi danski venjarin vísir millum annað á, at Portugal er á pappírinum verður veikasta mótstøðuliðið hjá Føroyum í undankappingini til EM 2026:

- Síðst høvdu vit Luksemborg í bólkinum, men nú eru Føroyar styrkismettar lægst, og Portugal eru frá triðja styrkisbólki. Hetta er eitt lið, sum hevur verið í nøkrum endaspølum seinastu árini og greitt tað besta liðið frá triðja styrkisbólkinum. So tað er ein hørð kapping, men vit trúgva heilt sikkurt, at tað er gjørligt – og serliga á heimavølli har vit kunnu bjóða upp til dans.

Sí eisini: Eg gleð meg at vera partur av menningni næstu árini eisini

Kend íslendsk mótsstøða - forkunnug mótsstøða við Tjarnir leygardagin

Føroyski landsliðshópurin er nú savnaður við Tjarnir og skal til Íslands í morgin. Har er fyrsta uppgávan í EM-undankappingini á skránni. 

Talan er um kenda mótsstøðu, tí grannarnir vóru eisini í bólki saman í seinastu undankapping. Har vann Ísland við ávikavist fimm og fýra málum, men føroyingar mettu ikki, at har var stórur munur:

- Tað eru tveir spennandi dystir í næstu viku. Vit kenna væl Ísland, og tær kenna væl okkum, so tað verður helst talan um ein taktiskan dyst, har bæði liðini bjóða hvørjum øðrum av og bjóða veikleikarnar hjá hvørjum øðrum, staðfestir Claus Mogensen.

[object Object]

Montenegro er ein onnur søga. Hetta er hægst styrkismetta liðið í bólkinum. Liðið av Balkan eigur okkurt fekst bronusmerki frá endaspæli, og sambært føroyska venjaranum fer Montenegro at koma við einari øðiligar kropsligari styrki og nógvum í verjupartinum:

- Montenegro verður ein spennandi avbjóðing fyri okkara unga lið: Eitt evropeiskt topplið sum kemur til Tjarnir. Tað er nokk tað liðið í heiminum, sum spældi við størstum fysikki í verjupartinum. Talan er um inntensitet og harðleika, og tær eru ikki bangnar at fara yvir um linjuna. Tað verður spennandi at síggja, hvussu væl vit kunnu bjóða Montenegro av. Tær hava spælarar, sum okkara ikki hava møtt áður, men sum eru kendarfrá millum annað Champions League. Tó vænti eg eisini, at tær kunnu verða nakað ávirkaðar av at spæla á okkara heimavølli, og vit gleða okkum til næsta leygarkvøld.

Føroyska liðið venur í løtuni við Tjarnir. Einasta ivamálið er Maria Pálsdóttir Nólsoy - hon fekk eitt slag í økslina undir dysti móti Viborg fríggjakvøldið. Bakspælarin, og lyklaspælarin, skal í dag kannast nærri av vøddaviðgera.

Føroyar spæla í Ísland mikudagin 15. oktober klokkan 20.30 og leygardagin 18. oktober klokkan 19.00 móti Montenegro vð Tjarnir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder