
- Eg havi verið sera glaður fyri tey tvey árini sum landsliðsvenjari. Tískil var tað rættiliga náturligt at halda fram. Nógvir spælarar og landsliðið sjálvt hava ment seg væl yvir hesi bæði árini, og eg trúgvi uppá, at tað liggur meira menning í komandi árunum. Tað gleði eg meg til at vera ein partur av.
Hetta staðfestir Claus Mogensen, sum Portalurin hevur tosað við í sambandi við, at hann og Simon Olsen fyri stuttum hava longt sáttmálarnar við Hondbóltssamband Føroya.
Sí eisini: Claus Mogensen og Simon Olsen
Danirnir hava staðið á odda fyri A-landsliðnum við kvinnum síðani á sumri 2023. Høvuðsvenjarin staðfestir, at hondbóltur er nakað serligt í Føroyum.
- Eg má siga, at eg eisini njóti tann ovurhugan (passion), sum er fyri hondbólti í Føroyum. Tað er bæði galdandi fyri landsliðið men eisini hondbólt sum heild. Tá man sjálvur hevur ovurhuga fyri hondbólti, so verður man glaður, tá man kemur runt í hallunum og upplivir tí gleði, sum er har.
Claus Mogensen hevur havt orðið, eftir at føroysku kvinnurnar í Basel tryggjaðu sær søguligt EM-stig móti Kroatia. Í næsta mánaði verður farið til HM, men jagstranin eftir næsta EM-endaspælinum byrjar mikudagin í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani Claus Mogensen tók við, hava Føroyar spælt seg til tvey endaspøl á rað. Hann staðfestir fyri Portalinum, at liðið hevur greið mál um at røkka fæeiri endaspølum og at koma víðari har, men at miðast skal eftir toppavrikum:
- Okkara mál er allatíðina at jagstra toppavrik og so hvørt betra um okkara avrik, koma góð úrslit eisini. Vit droyma sjálvandi um at koma víðari til meginumfarið í HM og um at spæla okkum til EM aftur. Men tað er á ongan hátt nakað, sum skal takast fyri givið. Tað krevur fleiri toppavrik at náa slíkum.
Landsliðsvenjarin sigur eisini, at tað verður torførari at koma til EM hesaferð, tí at Føroyar eru styrismettar niðast. Úr næstniðasta potti kom eisini Portugal - helst tað besta liðið har - men føroysku kvinnurnar byrja stríðið um at koma til EM 2026 við dystum móti Íslandi (á útivølli mikudagin) og Montenegro (við Tjarnir leygardagin) í næstu viku.
Talan verður um truplar men spennandi uppgávur, sigur Claus Mogensen. Á pappíinum eru møguleikarnir betri móti Íslandi, sum Føroyar nærum spældi upp við í seinastu undankapping, men heimavøllurin kann gera avgjørt gera mun móti Montenegri, heldur høvuðsvenjarin.
Meira um hetta um vikuskiftið - Portalurin verður við á túrinum til Íslands mánadagin
Simon Olsen, Claus Mogensen og kvinnurnar hava spenanndi uppgávu í Íslandi mikudagin 15. oktober
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald