Hondbóltur

Claus Mogensen og Simon Olsen hava nú sáttmála til og við HM 2027

Venjararnir hjá føroysku kvinnulandsliðnum fyrireika seg nú til annað endaspælið á rað, og halda teir eisini fram eftir tað.

Sáttmálin millum HSF og høvusvenjara og hjálparvenjara hjá A-landsliðnum við kvinnum, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, er longdur til 1. januar 2028. - Menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá kvinnum undir leiðsluni hjá Claus hava verið sera góð

Sáttmálin millum HSF og høvusvenjara og hjálparvenjara hjá A-landsliðnum við kvinnum, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, er longdur til 1. januar 2028. - Menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá kvinnum undir leiðsluni hjá Claus hava verið sera góð

2025-10-03 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sáttmálin millum HSF og A-landsliðsvenjararnir hjá kvinnum, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, er longdur til 1. januar 2028.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag.

Síðani á sumri 2023 hevur Claus Mogensen verið høvuðsvenjari og Simon Olsen hjálparvenjari hjá Føroyum. Undir teimum spældu Føroyar EM-dystir í Sveis síðsta vetur, og við samanlgda greiða sigurin á Litava í HM play-off dystinum í apríl, komu Føroyar til sítt fyrsta HM-endaspæl i vaksnamannahondbólti.

Báðir danirnir hava aðrar uppgávur í Danmark. Høvuðsvenjarin á landsliðnum er hjálparvenjari hjá Ikast í bestu donsku deildini, og hjálparvenjarin á landsliðnum er høvuðsvenjari í IK Søvdermarken Viborg í næstbestu donsku kvinnudeildini.

Seinni í mánaðinum skulu Claus og Simon hugsavna seg fult og heilt um at fáa eina góða byrjar í undankappingini til EM 2026. Føroyar spæla í Íslandi 15. oktober og við Tjarnir móti Montenegro 18. oktober.

Í november-desember er HM-endaspælið í Týsklandi á skránni, og við nýggja sáttmálanum er nú greitt, at føroyska kvinnulandsliðið skal royna at koma til næsta HM eisini (HM 2027) við somu venjarum.

- Menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá kvinnum undir leiðsluni hjá Claus hava verið sera góð. Teir førdu føroyska kvinnulandsliðið til EM-endaspælið í Sveis í 2024 og nú til HM-endaspælið í 2025 í Týsklandi. Alsamt fleiri leikarar spæla á hægri stigið og eru áhugin fyri landsliðnum og føroysku leikarunum vaksin nógv seinastu árini. Spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá Claus og Simon við landsliðnum, EM-undankappingin byrjar nú aftur oktober og síðani verður HM-endaspælið í november og desember, sigur Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum.

[object Object]
Simon Olsen og Claus Mogensen við Tjarnir har teir hava stóra uppgávu um 14 dagar (Mynd: HSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder