Víkingur gjørdi sítt í stórum stíli í Gundadali, og hinumegin Eysturoyartunnilin fekk tættasti kappingarneytin í oddinum einki burturúr. Fyri triðju ferð í ár fór liðið hjá Adolfo Sormani aftur til høvuðsstaðin uttan stig. Samstundis reisti NSÍ seg í kvøld eftir greiða tapið fyri 07 Vestur og tók eitt risa fet móti at tryggja 4. plássið.
HB legði seg annars á odda í lutfalsliga nógva vindinum við Løkin. Tað var Leivur Fossdal Guttesen, ið spældi heilt væl í hálvfinalu sigrinum í Sarpugerði fríggjakvøldið, sum aftur legði væl inn fyri úr høgru, og Mikkel Dahl var á rætta staðnum - aftanfyri aftara miðverjan - og stýrdi bóltinum væl framvið Kristiani Joensen.
Málið líktiskt nógv fyrsta málinum fríggjakvøldið, men hetta skuldi ikki gerast nakað stórt kvøld fyri HB í Eysturoynni. Tað vóru vertirnir, sum vóru omaná móti heldur skerda HB-liðnum: Bartal Wardum og Áki Samuelsen eru framvegis skaddir, Teitur Matras Gestsson og Sammy Skytte spældu ikki vegna skaðarnar, sum teir fingu í Sarpugerði, og Mathias Voss og Jákup Thomsen høvdu leikbann. Harvið kostaði seinna hálvfinalan avgjørt nakað í kvøld.
Baklærið hjá Sammy Skytte fór í Sarpugerði...
...Albogin hjá Arnbirni Svensson rakti vørrina hjá Teiti Gestsson, sum ikki spældi í kvøld
Jákup Thomsen fekk beinleiðis reytt kort fyri hevnisøku og kundi tí ikki avloysa Mikkel Dahl í 2. hálvleiki í kvøld...
...og Mathias Voss fekk sær við vilja seinna gula kortið í yvirtíðini, so hann hevði leikbann til dagsins dyst og ikki til steypafinaluna (Myndir: Sverri Egholm)
NSÍ søkti væl at fleiri ferðir í 1 hálvleiki, og tað gav úrslit, tá heimaliðið javnaði í 35. minutti. Steffan Løkin og Petur Knudsen spældu saman í høgru, Petur slapp framvið, legði hart inn fyri av baklinjuni, og so sá tað út til, at ein HB-verjuspælari gjørdi sjálvmál, beint áðrenn Klæmint Andrasson Olsen fekk prikað bóltin í netið.
HB hevði mótvind eftir steðgin, men byrjaði nakað betri. Talan var sum heild um ein lívligan dyst, og tað var NSÍ, sum fekk fyrimunin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Petur Knudsen við góðum og hørðum hornasparki, sum "nýtti vindin væl", og við aftaru stong var Steffan Løkin av onkrari orsøk púra fríur.
Steffan Løkin hevur havt eitt heilt gott kappingarár við Løkin (Mynd: NSÍ)
2-1 og sum heild hekk HB ikki eins væl saman í dag, sum í so nógvum øðrum dystum í ár. NSÍ hevði eisini onkrar góðar støður til at økja til 3-1 - serliga innskifti Jasper van der Heyden - men tá tíggju minuttir vóru eftir, fór Hanus Sørensen at dribbla í vinstru. Stutt inni í brotsteignum sendi miðvallarin frálíkt skot avstað, Kristian Joensen bjargaði, men Noah Mneney var fyrstur á returbóltinum. Leigaði miðvallarin, ið tók ábyrgd í kvøld, stýrdi bóltin í NSÍ-netið við høvdinum.
Bæði liðini fóru nú eftir sigrinum, og tað koppaði til heimaliðið. Eftir 86 minuttir gjørdi HB ov seint av í uppspælinum og í mótvindinum, eykamálverjin Rasmus Nilsson undirmetti støðuna og tók eina heldur vánaliga nerting, og so kom Klæmint Andrasson Olsen millum unga danan og bóltin. Greitt brotsspark, sum Heini Viðoy skjótt dømdi. Høga trýstið hjá NSÍ eydnaðist, og Petur Knudsen ísakaldur úr ellivu metrum.
LandsliðsvOngurin við í øllum trimum málunum, og hesaferð helt NSÍ fast. HB vann tveir teir fyrstu innanhýsis dystirnar millum liðini 3-2, men nú vóru tað Jens Wedeborg og hansara menn, ið vunnu uppiborið í undirhaldandi dysti. NSÍ hevur harvið átta stig niður til B36 í stríðnum um 4. plássið, ið kann verða síðsta evropeiska plássið.
HB fer at koma í Evropa, men meistaraheitið, og harvið Champions League, tykist ikki so nær nú. Seks stig eru upp til Víking, sum hevur spælt ein dyst færri, og hevur liðið hjá Sormani bert sjey dystir eftir. Leygardagin skal NSÍ royna at koppa Víkingi eisini, meðan HB skal til Fuglafjarðar.
Jens Wedeborg og hansara lið hava tapt 3-2 tvær ferðir í ár móti HB, men í kvøld var vent í holuni. Uppflytararnir hava eitt gott kappingarár undir svenska venjaranum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Betri deildin menn 20. umfar
Í dag, týsdagin 27.08
NSÍ - HB 3-2 (1-1)
17' Mikkel Dahl (Leivur Fossdal Guttesen) 0-1
35' Sjálvmál (Petur Knudsen) 1-1
66' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 2-1
81' Noah Mneney (Hanus Sørensen) 2-2
88' Petur Knudsen, br. (Klæmint Andrasson Olsen) 3-2
B36 - Víkingur 1-4 (1-2)
10' Ari Olsen (Jørgen Nielsen) 0-1
27' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar) 0-2
39' Marius Kryger Lindh (Jann Benjaminsen) 1-2
53' Olaf Bárðarson (Ari Olsen) 1-3
57' Jørgen Nielsen 1-4
Sí eisini: Víkingur við sannførandi sigri í Gundadali
Støðan í ovaru hálvu:
1. Víkingur 54 stig *
2. HB 48 stig
3. KÍ 45 stig *
4. NSÍ 37 stig
-------------------
5. B36 29 stig
*Ein dyst færri
Rættað og dagført: 21.14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald