Jóhan Petur Poulsen og hansara menn skuldu í kvøld reisa seg eftir tunga hálvfinalutapið fyri HB, sum var fyri fýra døgum síðani. Hetta gjørdi Víkingur eisini ógvuliga væl. Fyri aðru ferð í ár skoraðu teir í ljósabláum fýra ferðir móti B36, sum hevði sínar løtur, men sum yvir 90 minuttir als ikki hevði nóg nógv til at bjóða Víkingi av.
Útiliðið setti seg á dystin beinanvegin, og í 10. minutti varð yvirvágin gagnnýtt. Heldur tilvildarliga spældu Ari Olsen og Jørgen Nielsen bandaspæl í B36-brotsteignum, men Ari var púra kaldur, tá bólturin kom til hann.
17 minuttir seinni økti hin strandingurin í høgru síðu hjá Víkingi. Sølvi Vatnhamar, ið burdi skorað til 2-0 stutt áðrenn, kom inn í brotsteignum í vinstru, sendi bóltin víðari við uttarusíðu, og umvegis Vilmer Rønnberg endaði bólturin hjá Poul Kallsberg. Vongurin setti fótin á: 10. málið hjá Víkinga-toppskjúttanum í Betrideildini.
Teir eru fáir, ið koma aðrastaðni frá enn úr Eysturkommunu, men teir sum gera, gera veruliga mun: Poul Kallsberg hevur veruliga fingið sítt Víkinga-gjøgnumbrot síðsta árið, og í 2024 hevur ungi vongurin tvísiffrað tal av málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað sá út til, at Víkingur hevði fult tamarhald á, men B36 gjørdi bart eina løtu fyri steðgin. Marius Kryger Lindh skoraði flott mál til 1-2 í 37. minutti, tá hann trekti framvið Sølva Vatnhamar og høgdi bóltin upp í longra málhorn við vinstra beininum.
Næstu løtuna sá tað út til, at Víkingarnir bara vildi sleppa til hálvleiks, og í steðginum hava Jóhan Petur og teir fingið nøkur ting uppá pláss: Í øllum førum fingu teir avgjørt dystin fyrstu løtuna í 2. hálvleiki.
Víkingur hevði ein stóran møguleika beinanvegin, og i 53. minutti eydnaðist at spæla seg úr høga trýstinum hjá B36. Ari Olsen hevði síðani eitt frálíkt síðuskifti, Olaf Bárðarson setti ferð á, kom inn í brotsteigin, bjóðaði Jann Benjaminsen av, og U21-landsliðsspælarin smekkaði bóltin í málið umvegins ein B36'ara.
Olaf Bárðarson var í hopla fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, og var tað hann, sum økti til 3-1 (Mynd: Sverri Egholm)
Fýra minuttir seinni spældi Víkingur ógvuliga væl í vinstru, Silas Eyðsteinsson helt ikki skotinum hjá Sølva Vatnhamar, og bólturin fór ístaðin beint út til Jørgen Nielsen. 4-1, og restina av dystinum var tað nærri 5-1 enn 4-2 og nýggjan spenning í dystinum.
Ein góð mynd uppá kappingarárini hjá liðnum: B36 í løtum fínt við og við góðum taktum, men ikki nóg samansett og ov særbært uttan bólt. Samanlagt var Víkingur bara væl betri yvir 90 minuttir. Effektivt og flott - í dag uttan fasta miðverjan og ein av teimum bestu í Betrideildini í ár, Arnbjørn Svensson.
Níggjundi sigurin á rað í Betrideindi og nú bíða Víkingarnir eftir úrslitinum við Løkin, áðrenn teir skulu hugsavna seg um at taka móti NSÍ leygardagin. B36 kann vera longuri burtur frá evropeiska plássinum eftir dystirnar í kvøld.
Betri deildin menn 20. umfar
Í dag, týsdagin 27.08
B36 - Víkingur 1-4 (1-2)
10' Ari Olsen (Jørgen Nielsen) 0-1
27' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar) 0-2
39' Marius Kryger Lindh (Jann Benjaminsen) 1-2
53' Olaf Bárðarson (Ari Olsen) 1-3
57' Jørgen Nielsen 1-4
18.30: NSÍ - HB (1-1)
Støðan í ovaru hálvu í løtuni:
1. Víkingur 54 stig
2. HB 48 stig
3. KÍ 45 stig
4. NSÍ 34 stig
-------------------
5. B36 29 stig *
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald