Tað eru nummar eitt og tvey í landskappingini, sum bresta saman við Løkin í kvøld í stríðnum um at røkka finaluni um Løgmanssteypið. NSÍ fór frammum KÍ síðsta vikuskiftið.
Mikukvøldið 13. mai spældu KÍ og NSÍ fyrru hálvfinaluna í Klaksvík, har tey stóðu fyri nógvum undirhaldi. Talan var um besta álopsdyst, ið KÍ hevur spælt í ár, tá hugsað verður um góðsku og um mótstøðuna.
Tað endaði 4-2, og harvið fara verandi steypavinnararnir til Runavíkar við fyrimuninum í kvøld.
Tað kann tó ganga skjótt í slíkum dystum, og NSÍ skal jagstra. Tað verður týðandi fyri liðið hjá Sigurður Ragnari Eyjólfsson at fáa fyrsta málið í dystinum.
Bæði liðini eru uttan langtíðarskaddar spælarar, millum annað Brand Hendriksson Olsen (NSÍ) og Patrik Johannesen (KÍ)
FM1 sigur beinleðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 18.30. Trygvi Absalonsen verður til reiðar við viðmerkjara við Løkin Lurta her
----------------------------------------------------------------
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 24. juni
18.30: NSÍ - KÍ (2-4)
Hósdagin 25. juni
18.30: HB - Víkingur (2-1)
Útivallarmálini telja ikki longur
KÍ og Víkingur vóru í steypafinaluni í fjør. Har vann KÍ og gjørdist harvið greipuvinnari.
FM1 sigur frá báðum hálvfinalunum hesa vikuna og til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald