Frá tí fremsta føroyska deildin fór til 27. umfør í 2005 og 16 ár fram, var NSÍ tað felagið, sum oftast vann sær evropeiskt pláss.
Men hóast góð úrslit, sum sigur á Dinamo Tbilisi (Champions League, 2008) og javnleik móti Fulhan (Europa League, 2010), gekst striltið hjá NSÍ at vinna seg víðari í UEFA-kappingunum.
Í 2020 bragdaði. Tá var Conference League ikki til, og fleiri føroysk feløg byrjaði í undan-undanumfari í Europa League.
Vegna koronustøðuna heiminum, var bert ein dystur og ikki tveir fyri hvørt umfar. NSÍ fekk frálíkt lutakast: Heimadyst móti walisiska Barry Town. Eftir skinklutan 1. hálvleik, kom gongd á eftir steðgin. Klæmint Andrasson Olsen gjørdi hattrikk, og NSÍ vann 5-1: Tá javnsett størsti evropeiski sigurin hjá einum føroyskum felagi.
Síðani kom liðið hjá Glenn Ståhl í tað, sum hevði navnið 1. umfar í Europa League. Har varð Aberdeen ein alt ov stóravbjóðing, og tað endaði við 0-6 tapi í Skotlandi.
NSÍ var aftur í evropeiskari kapping í 2025 eftir trý ár uttanfyri, og eftir 4-0 á heimavølli móti HJK Helsinki sá tað út til, at liðið fór at spæla seg víðari í Conference League. Men í finska høvuðsstaðnum gekk galið.
![]()
NSÍ gjørdi bart við Djúpumýru í fjør - men tað rakk ikki (Mynd: Sverri Egholm)
Í 1. umfari í ár bragdaði móti Hamrun Spartans. 1-1 og eitt slag av vónbroti heima, men flott og sterkt avrik í torførum umstøðum á Malta og margháttligt brotsspark í yvirtíðini og Petur Knudsen sendi NSÍ víðari til 2. umfar í Conference League.
Videro: Margháttliga og avgerandi brotssparkið hjá NSÍ á Malta
Sí eisini: Eyka løgreglufólk á Malta kastaðu ting á vøllin og umringaðu bussin hjá NSÍ
Nú fer stigið upp. Talan er um slovensku silvurvinnararnir frá síðsta kappingarári. FC Koper hevur ikki so nógvar evropeiskar royndir frá seinastu árunum, men tapti í fjør samanlagt heili 3-12 fyri Viking Stavanger í 2. umfari í Conference League.
Nú kemur Koper inn í kappingina - og er uttan dystarvenjing. Koper kemur tó til Føroya við góðum hópi. Millum annað við Josip Ilicic, sum spældi 12 ár í Serie A. Nú 38-ára gamli Ilicic skoraði nærum 100 mál har, fýra mál í einum Champions League-dysti í Valencia fyri Atalanta og var til EM 2024 við Slovenia.
Í morgin bresta slovenska og føroyska liðið saman við Djúpumýru. Dysturin byrjar klokkan 19.45 hóskvøldið, og FM1 sigur frá. Til ber eisini at fylgja við á Portalinum.
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald