2021-07-07 06:47
Klæmint Andrasson Olsen heldur fram í barndómsfelagnum NSÍ. Liðskiparin hevur skrivað undir tvey ár afturat við NSÍ.
Hesum boðar felagið frá.
30 ára gamli áleyparin hevur sambært Faroesoccer skorað 211 mál í 336 dystum í bestu landskappingini, og tey hevur hann øll skorað fyri NSÍ, og hetta er met í føroyskum fótbólti.
Eisini hevur hann skotið 22 mál í 30 steypadystum og higartil er tað blivið til sjey mál fyri føroyska A-landsliðið.
Klæmint Andrasson Olsen og Dánial Hansen, formaður í NSÍ (Mynd: NSÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald