Eitt greitt tekin um, at stríðið um gullið í landskappingini hjá kvinnum er meira spennandi í ár enn seinastu árini, er úrslitið við Løkin í kvøld.
Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vóru leiktar í kvøld.
NSÍ stendur eftir sum vinnari við 3-1 sigri á KÍ, og føroyameistararnir seinastu fimm árini eru úti av steypakappingimi.
Julia Naomi Mortensen legði NSÍ á odda fyrst tá bara tríggir minuttir vóru leiktir og aftur tá 27 minuttir vóru leiktir.
Tá lítil tími varð leiktur minkaði Sólja Ernstsdóttir um munin fyri KÍ til 2-1, men fleiri mál fingu KÍ-kvinnur ikki. Heidi Sevdal staðfesti sigurin hjá NSÍ í 86. minitti til 3-1.
Hinir dystirnir vóru greiðir. B36 vann 3-0 móti TB/FCS/Royn, Víkingur vann 12-0 á FC Hoyvík, og í dystinum millum HB og Skála ÍF endaði 6-0.
Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktar 27. august og seinnu 25. september.
Finalan verður 5. oktober.
NSÍ - KÍ 3-1 (2-0)
B36 - TB/FCS/Royn 3-0 (1-0)
Víkingur - FC Hoyvík 12-0 (8-0)
HB - Skála ÍF 6-0 (3-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald