Televarpið hevur í ár regluliga atkvøðugreiðslu, sum snýr seg um hvør hevur gjørt besta málið í Betrideildini hjá monnum mánaðin frammandundan.
Av tí at bert eitt umfar varð avgreitt í mars, vegna kava, vóru mars og apríl settir saman. Tað var Martin Klein Joensen, sum sambært atkvøðugreiðsluni í síðsta mánaða skeyt besta málið í mars og apríl. Áleyparin skoraði snilt mál móti TB, tá hann úr stórari fjarstøðu, og hálvgum vendur móti egnum máli, lyfti bóltin uppum málverjan.
![]()
Martin Klein Joensen hevur higartil vunnið heiðurin í ár - hetta fyri málið í stórsigrinum á TB. Mál hjá ungum Víkinga-spælara er á listanum fyri mai (Mynd: Sverri Egholm)
Nú hava teir á Televarpinum valt tey 10 málini, sum mett verður vóru best í mai. Spurningurin er so: Hvat mál var tað allarbesta?
Fleiri góð langskot eru á listanum - í tveimum førum eru tvey slík úr sama dysti við. Eisini eru trý beinleiðis fríspark, eitt einmansavrik, og so tey bæði vælspældu málini hjá HB í fjórðingsfinaluni móti B36, sum serliga Mads Borchers og Áki Samuelsen stóðu fyri, á listanum.
Televarpið hevur valt trý mál úr steypakappingini - sí allan listan og málini niðanfyri:
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur (8. umfar)
Signar á Brúnni, Víkingur (8. umfar)
Jákup Hummeland, EB/Streymur (10. umfar)
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur (10. umfar)
Valerijs Sabala, B36 (9. umfar)
Teitur Debess Olsen, AB (11. umfar)
Adrian Rúnasson Justinussen, HB (11. umfar)
Mads Borchers, HB (Fjórðingsfinalan í steypakappingini)
Áki Samuelsen, HB (Fjórðingsfinalan í steypakappingini)
Magnus Holm Jacobsen, 07 Vestur (Fjórðingsfinalan í steypakappingini)
Til ber at síggja øll málini her
Far inná Sona-appina og vel besta málið í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald