Í næstu viku spælir KÍ søguligan heimadyst. LOSC Lille vitjar í 2. umfari í bólki A í UEFA Conference League.
KÍ setti fyri einari tíð síðani ein atgongumerki til sølu sum ein pakka fyri alt bólkaspælið.
Gravgangurin hevur ikki verið stórur - nú boðar KÍ frá, at tað ber til at keypa til einstøku dystirnar.
Hendan sølan fór í gongd í dag, og tað er spurningurin um gongd nú kemur á, ella um talan verður um ein hálvtóman Tórsvøll.
KÍ og Lille spæla á Tórsvølli hósdagin 5. september klokkan 17.45.
Til ber at keypa atgongumerki til fyrsta heimadystin í einum bólkaspæli her
Dystarskráin hjá KÍ á heimavølli
Bólkur A Conference League
2. umfar, 5. oktober: KÍ - Lille
3. umfar, 26. oktober: KÍ - Olimpija Ljubljana
5. umfar, 30. november: KÍ - Slovan Bratislava
Allir dystirnir byrja klokkan 17.45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald