Fótbóltur

Nú bragdaði hjá AB

Brian Jakobsen og ungi miðverjin Dánjal Danielsen skoraðu sínu fyrstu mál fyri AB í Betrideildini í fyrsta sigrinum hjá liðnum í kappingini. ÍF hevur nú tapt sjey á rað, og fimm stig skilja liðini.

ÍF vann 2-0, tá liðini hittust í 2. umfari í Fuglafirði. Nú var vent í holuni, og AB nærkast ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

ÍF vann 2-0, tá liðini hittust í 2. umfari í Fuglafirði. Nú var vent í holuni, og AB nærkast ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-11 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2013 vann AB ikki sín fyrsta dyst í Betrideildini fyrrenn í 12. umfari, tá argjamenn við 3-1 sigri á Víkingi lyfti seg upp á fimm stig. Síðani tapti liðið ikki í átta dystum á rað, og tað endaði við, at AB væl og virðiliga yvirlivdi.

Nú, tíggju ár seinni, fóru 12 umfør afturum, uttan ein AB-sigur. Í 2023 skuldu 13 umfør til, áðrenn argjamenn vunnu sær trý stig í einum dysti og við uppiborna 2-0 sigrinum á ÍF í dag hevur AB nú fýra stig og fimm stig upp til niðurflytingarstrikuna.

Talan var um eina lívliga byrjan, og tað sást, at bæði liðini vildu leggja nógv fyri at vinna hendan lykladystin í botnstríðnum. ÍF hevði støður, men heimaliðið var naskari, og eftir seks minuttir royndi ungi vongurin Rói Christiansson Nielsen seg við knøppum skot, men Jákup Nolsøe Olsen bjargaði væl. 

Bólturin fór framvið málverjanum av Kamsdali tvær ferðir næstu løtuna. Fyrru var varð tó fríspark/rangstøða dømd beint áðrenn, men í 17. minutti legði Sam Pollard innfyri úr vinstru, Brian Jakobsen fekk - heldur tilvildarligt - vunnið øki frammanfyri Karl Løkin í brotsteignum, og smekkaði síðani bóltin í ÍF-málið. Talan var um heilt gott skot hjá strandinginum, sum nærum vendi skeivt og sum fekk sítt fyrsta Betrideildarmál fyri AB.

[object Object]Brian Jakobsen hevur stríðst alt ár fyri at fáa tað at eydnast - nú bragdaði hjá honum og AB (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF royndi sjálvandi at svara aftur, men spælið hjá fuglfirðingum í fyrra hálvleiki var ikki so neyvt og nakað merkt av, at teir vóru heldur ótolnir og tykjast at mangla sjálvsálit. AB-liðið var væl skipað og gav ikki nóg pláss mitt fyri.

Eftir steðin fluttu uppflytararnir bóltin betur, og tað var nær við, at Hans Jákup Lervig javnaði, eftir at hann var sendur væl avstað og hevði sett málverjan av, men Viktor Benediktsson ruddaði skotið úr spískum burtur inni í málteingum. Ruben Møller Nielsen kom eisini í góða støðu í brotsteignum seinni, men danski miðvallarin skeyt uppum. 

Tað varð ikki dagurin hjá ÍF men hjá AB. Sum útiliðið noyddist at satsa meira, fekk heimaliðið betur pláss og hevði nakrar vandamiklar umstillingar - einaferð var Brian nær við, tá hann stútaði gott innlegg frá Róa móti málinum. Tað var tó ein ungur argjamaður, ið fekk síðsta orðið og stongdi dystin. 18-ára gamli Dánjal Danielsen var komin inn í 74. minutti, og høgi miðverjin gjørdi tað væl. Fimm minuttir fyri leiklok fekk hann stútað við aftaru stong, í samband við hornaspark, bólturin rakti ÍF-spælara í nakkan, bólturin stakk í jørðina, og so var Dánjal knappur og smekkaði bóltin í málið.

2-0 málið útloysti stóra frøi Inni í Vika, og man sá á AB-hópinum og viðhaldsfólki, hvat hetta merkti. Hetta varð fyrsti sigurin í Betrideildini í ár, og fyrsti dystur at liðið skoraði meira enn eitt mál. Umframt hetta var tað stórt pluss, at Marius Kryger Lindh kom inn til sínar fyrstu minuttir í ár. Danin var eisini nær við at skora. Liðið hevur staðið seg væl undir leiðsluni hjá Morteni Overgaard, fyribils venjara: 1-2 móti bæði B36 og KÍ og nú ein ógvuliga kærkomin sigur.

Nú er nakað av sambandi frá AB á 10. plássi upp til uppflytararnar, sum báðir hava níggju stig. AB hevur fimm stig upp til ÍF og TB og skal leygardagin spæla Jóansøkudyst í Trongisvági. Hjá ÍF hómast nakað av ørkymlan, og í 92. minutti kom staðfestingin upp á, at tað var ein heilt keðiligur dagur, tá Elias Lervig fekk beinleiðis reytt kort fyri ljóta takkling úti við síðulinjuna. ÍF hevur nú tapt sjey dystir á rað, og góða byrjanin við trimum sigrum fyrstu seks umførini tykist langt burturi í Fuglafirði

Í dag, sunnudagin 11. juni
AB - ÍF 2-0 (1-0)
17' Brian Jakobsen (Sam Pollard) 1-0
85' Dánjal Danielsen 2-0


Sí liðuppstillingar og meira um dystin her

Stigatalvan

1. KÍ 42 stig (14 dystir)
2. HB 35 stig (14 dystir)
3. B36 30 stig (14 dystir)
4. Víkingur 21 stig (14 dystir)
5. 07 Vestur 19 stig (13 dystir)
6. EB/Streymur 13 stig (13 dystir)
7. B68 11 stig (13 dystir)
8. ÍF 9 stig (13 dystir)
9. TB 9 stig (13 dystir)
10. AB 4 stig (13 dystir)

Næsta umfar: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder