Annað

Nú byrja Føroyaleikir

1.260 ítróttafólk í 19 ymsum ítróttagreinum fara í døgunum 8. til 11. juli at kappast í føroya fyrstu Føroyaleikum.

(Mynd: Føroyaleikir)

(Mynd: Føroyaleikir)

2021-07-07 23:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyaleikir er nýggja átakið hjá Ítróttasambandi Føroya, ið er ein summarkapping í øllum ítróttagreinum, sum ÍSF fevnir um. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnar, er undirtøkan framúr góð.

Stórar sum smáar ítróttagreinar eru umboðaðar, tá fleiri enn tólvhundrað fólk úr øllum landinum fara at kappast um vikuskiftið.

Føroyaleikir fer av bakkastokki hósdagin og endar sunnudagin. Kappast verður í fýra ymsum støðum í Føroyum; Klaksvík, Runavík, Vági og í Havn.

Nógv er lagt fyri
Nógv verður gjørt burturúr við videoinnsløgum og greinum, sum verða løgd út á sosialu miðlarnar hesar dagar, og tað fer væntandi eisini at síggjast aftur í býarmyndini, at so stór kapping verður hildin, tí allir íðkarar og hjálparfólk hava fingið eins ítróttaklæði.

Arbeitt hevur verið við Føroyaleikum síðan í oktober í fjør og nú er loksins klárt.

Ætlanin er at menna Føroyaleikirnar ár um ár, bæði við kørmum og møguleikum, so tað í framtíðini eisini verða nógv útlendsk ítróttafólk við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder