Í annaðkvøld bresta Kyndil og VÍF saman í fyrstu FM-finaluni av trimum møguligum.
Vestmannakvinnur vunnu grundspælið, og hava tí havt rætt at velja um spælast skal á úti- ella heimavølli fyrst, skrivar HSF á heimasíðuni.
Avrátt er, at fyrsta finalan verður í Høllini á Hálsi og onnur verður í ítróttahøllini í Vestmanna. Ein sigur og ein javnleikur er nóg mikið at tryggja sær FM-heitið. Vinna liðini hvør sín dyst, verður talan um eina triðju finalu. Møgulig triðja finala verður eisini í Vestmanna.
Somu lið hittust eisini í FM-finaluni í fjør. Tá skuldu tríggjar finalur til fyri at finna føroyameistaran. Tá vann VÍF.
Skrá
Mikudag kl. 20.00 – Høllini á Hálsi
Leygardag kl. 18.00 – Ítróttahøllin í Vestmanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald