Fótbóltur

Nú er aftur javnleikur samanlagt

Molde legði út sum eitt óløgi og legði seg fult uppiborið á odda í 17. minutti. KÍ er komið nakað betur við men er heldur kroyst.

Odmar Færø og hinir í grønum hava verið noyddir at vart fyri nógvum (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø og hinir í grønum hava verið noyddir at vart fyri nógvum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-15 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Molde, Noreg (Portalurin) - Sum væntað legði heimaliðið hart út, og KÍ var undir næstan støðugum trýsti fyrstu umleið tjúgu minuttirnir - so at siga til beint eftir at Molde hevði lagt seg á odda.

Hetta var eftir hornaspark úr vinstru, har KÍ ikki avgreiddi støðuna nóg væl áðrenn, og tá bólturin so kom innfyri. Tað var í 17. minutti, at bólturin varð stútaður framvið Nils Jonatan Johansson, sum hevði hendurnar á bóltinum.

[object Object]

[object Object]
KÍ fekk ikki eitt bein til jørðina, og Molde legði seg á odda í 17. minutti (Myndir: Sverri Egholm)

Stutt frammaundan var fagnaður á Aker leikvøllinum, men tá varð málið kolldømt vegna rangsstøðu. Hetta var eftir VAR-kanning.

KÍ hevur so at siga onga støðu megna at skapt framftir, fyriuttan einaferð Árni Frederiksberg stútaði móti málinum eftir framlegging frá Luc Kassi, umframt eitt innlegg og langt innkast. Fyriuttan eina løtu miðskeðis í hálvleikinum er tað ikki eydnast at halda fast í bóltinum móti ágangandi Molde-spælarunum, og útiliðið er heldur ikki sloppið í mótálop.

Samanlagt er tað nú 2-2. Á pappírinum er alt opið, tó at tað liggur til Molde.

[object Object]

[object Object]
(Myndir: Sverri Egholm)

UEFA Champions League 3. umfar, seinni dystur
Í dag, týsdagin 15.08 kl. 18
Molde FK - KÍ (1-0) - 2-2 samanlagt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder