Hondbóltur

Nú er farið í gongd í Köln

Ellias Ellefsen á Skipagøtu er við frá byrjan í hálvfinaluni í Final Four. Dysturin verður stroymdur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-08 17:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lanxess leikhøllin í Köln er á tremur við fólki og larmi, nú hálvfinalan millum Barcelona og THW Kiel byrjaði fyri løtu síðan.

Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjar inni fyri Kiel, og hann er fyrsti føroyingur í Final Four í Champions League.

Vinnarin av dystinum spælir finalu móti Aalborg Håndbold í morgin. Taparin spælir móti SC Magdeburg um bronsu. Hetta verður eisini í morgin.

Agnar Prestá er á staðnum fyri Portalin, og vit hava tilfar úr Týsklandi alt vikuskiftið.

Dysturin verður stroymdur á handball-kanalen.tv fyri eitt gjald á 13 euro. Keyp dystin her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder