Annað

Nú er javnstøða í Ríðisambandinum

Aðalfundurin hjá Ríðisambandinum var hildin í morgun, og frá at vera bara mannfólk í nevndini, eru nú tvey konufólk og tvey mannfólk.

Nývalda nevndin í Ríðisamband Føroya frá vinstru. Brandur í Dali, formaður; Poula Tornby, tiltakslimur; Valborg Laksafoss, nevndarlimur; og Zacharias R. Jacobsen, næstformaður (Mynd: Ríðisamband Føroya)

Nývalda nevndin í Ríðisamband Føroya frá vinstru. Brandur í Dali, formaður; Poula Tornby, tiltakslimur; Valborg Laksafoss, nevndarlimur; og Zacharias R. Jacobsen, næstformaður (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2022-09-04 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ríðingin er seinastu nógvu árini broytt nógv. Frá at vera ítrótt næstan burturav fyri mannfólk, er gongdin seinastu árini broytt til at flestu av teimum ungu, ið ríða eru konufólk.

Hetta hevur tó ikki sæst aftur í nevndini hjá Ríðisambandinum, har nevndin frá stovnan í 1997 til nú, burturav hevur verið “mannað” við mannfólki.

Hetta broyttist tó fyrrapartin í dag, tá sersambandið innan ríðing helt aðalfund, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.

Aðalfundurin valdi hesi fólk at standa á odda fyri ríðingini komandi árið:

  • Brandur í Dali, formaður
  • Zacharias R. Jacobsen, næstformaður
  • Valborg Laksafoss, nevndarlimur
  • Poula Tornby, tiltakslimur.

Sostatt er nú javnstøða innan kynini, tá fundast verður framyvir.

Ríðingin hevur verið fyri støðugum vøkstri seinastu árini, bæði á høvuðsøkjunum og eisini runt landið. Hetta er nakað, sum sersambandið fegnast stórliga um, og arbeiðast skal framvegis við at fáa fleiri limir og feløg við í Ríðisambandið, skrivar Ríðisamband Føroya.

Um alt gongur sum ætlað, er limatalið í sersambandinum tvífaldað frá 2020 til 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder