Annað

Nú er summarferia í ein mánað

Ein framskundaður dystur verður leiktur mikukvøldið; annars liggur Betri-deildin hjá monnum still til 27.juli..

Toppskjúttin í deildini við 15 málum, Adrian Rúnason Justinussen, og hinir í HB, hava havt eina frálíka fyrru hálvu

Toppskjúttin í deildini við 15 málum, Adrian Rúnason Justinussen, og hinir í HB, hava havt eina frálíka fyrru hálvu

2018-06-24 23:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll liðini í Betri-deildini hava nú spælt 15 dystir. Fýra av liðunum skulu spæla evropeiskan fótbólt, men seks lið hava fullkomiliga frí fram til Ólavsøku.

Ein dystur verður tó leiktur mikukvøldið í Sarpugerði, tá EB/Streymur vitjar. Talan er um framskundaðan dyst, sum hoyrir til 16.umfar, sum byrjar 27.juli. Dysturin er fluttur orsakað av Champions League-luttøkuni hjá Víkingi.

Kappingin er á ein hátt farin í fýra partar. HB hava verið flúgvandi og imponerandi, og eftir fýra stig fyrstu tríggar dystirnar, hevur liðið hjá Heimiri Guðjónssyni vunnið allar dystirnar síðani. Teir 12 sigrarnir á rað hava lagt greiðan sjógv til flestu av FM-biðlunum. Bert KÍ hongur í. Klaksvíkingar hava fimm stig upp til HB, eins nógv stig sum á somu tíð í 2016 og 8 útav 12 dystum á heimavølli eftir summarstegðin. HB hevur ikki evropeiskar uppgávur í summar, meðan KÍ-hópurin á løtuni er á Malta og fyrireikar seg til Evropa League-dystir.

B36, NSÍ og Víkingur liggja í tøttum stríðið um Evropa-plássini. Liðini hava verið ov óstøðug til at fylgja við HB, men hava til tíðir víst styrki. B36 hevur havt trupulleikar av skaðum, NSÍ hevur tapt ov nógv á heimavølli, og í Víkingi hevur verið rumbul við venjaraskifti. Øll trý liðini hava Evropa-fótbólt komandi vikurnar, og skulu av álvara finna formin, um liðini skulu kappast um FM í seinnu hálvu. 

Skála og EB/Streymur liggja har sum man kundi væntað undan kappingini; ikki í niðurflytingarvanda, men heldur ikki til avbjoðing um ovaru hálvu og Evropa-pláss. Tað hevur verið ov langt ímillum heilt góðu avrikini til at nærkast størru liðunum, men nóg mikið av góðsku til at leggja frástøðu til lægru liðini og koma í eitt ongamannaland.

Trý lið eru í niðurlytingarstríðnum í løtuni. 07 Vestur hevur havt eitt sera tungt ár við bert einum sigri. AB hevur til tíðir klárað seg sera væl, meðan Suðringar hava verið ov smalir til at ríva seg leysan og vera í sama "bólki" sum EB/Streymur og Skála. Í løtuni sær út til, at bert eitt lið flytur upp, men hetta kan broytast. 

Úrslitini og málskjúttar í 15.umfarið, ið varð leikt fríggjakvøldið og í gjárkvøldið:

AB - B36 1-4(0-4)
 
0-1 Kaimar Saag
0-2 Robert Heðin Brockie
0-3 Lukasz Cieslewicz (br.)
0-4 Kaimar Saag
1-4 Bárður Olsen

Skála - NSÍ 1-1(0-0)
0-1 Petur Knudsen
1-1 Pætur Dam Jacobsen

EB/Streymur - KÍ 0-1(0-0)
0-1 Boris Dosljak

07 Vestur - Víkingur 0-1(0-0)
0-1 Sølvi Vatnhamar (br.)

TB/FCS/Royn – HB 1-3(1-2)
0-1 Adrian Rúnason Justinussen
1-1 Salmundur Bech
1-2 Grétar Snær Gunnarson
1-3 Adrian Rúnason Justinussen
1-4 Dan í Soylu

Støðan eftir 15 umfør:
1. HB (40 stig)
2. KÍ (35 stig)
3. B36 (28 stig)
4. NSí (27 stig)
5. Víkingur (26 stig)
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (11 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder