Møguleikarnir hjá runavíkingum framhaldandi at spæla sunnudagsfótbólt fækkast altsamt. Í dag var trupul útidystur móti Víkingi á skránni, og hóast vespurnar úr Runavík løgdu seg á odda 1-0, gekk ikki lang tíð áðrenn Víkingur javnaði.
Smáar tíggju minuttir fyri leiktíð legði Gunnar Vatnhamar Víking á odda 2-1, og tryggjaði teimum ljósabláu sigurin.
NSÍ er framvegis undir niðurflytingarstrikuni og trý stig eru upp til B68 og 07 Vestur á sjeynda og áttanda plássið. Tískil verður tað ein sannur gysari tá NSÍ og B68 bresta saman við Løkin í Runavík næsta sunnudag.
Hjá Víkingini kom sigurin væl við í stríðnum við HB um annaðplássið, tí havnarmenn taptu 1-0 móti meistarunum í Klaksvík.
Mads Boe Mikkelsen skoraði málið hjá KÍ, men tey munnu vera nógv HB-viðhaldsfólk sum kenna sef snýtt fyri eitt mál, sum var dømt rangstøða.
Úrslit
KÍ - HB 1-0 (0-0)
53’ Mads Boe Mikkelsen 1-0
Víkingur - NSÍ 2-1 (0-0)
52’ Jørgen Nielsen 0-1
56’ Martin Klein Joensen 1-1
81’ Gunnar Vatnhamar 2-1
Betri deildin menn
1. KÍ 71 stig (25 dystir)
2. Víkingur 54 stig (25 dystir)
3. HB 49 stig (25 dystir)
4. B36 38 stig (25 dystir)
5. EB/Streymur 35 stig (24 dystir)
6. AB 27 stig (25 dystir)
7. B68 24 stig (24 dystir)
8. 07 Vestur 24 stig (24 dystir)
9. NSÍ 21 stig (25 dystir)
10. Skála 9 stig (25 dystir)
26. umfar
B36 - HB
NSÍ-B68
Skála-07 Vestur
AB-Víkingur
EB/Streymur-KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald