Eingin EM-fótbóltur verður í dag ella í morgin, men fótbóltsáhugaði fingu ein ógvuliga spennandi og undirhaldandi enda uppá bólkaspæli í gjár, tá bólkarnir E og F vórðu avgjørdir.
Spania hevði bert skorað eitt mál í tveimum teimum fyrstu dystunum á La Cartuja, men í gjár fekk liðið hjá Luis Enrique heili fimm mál í Sevilla, har Sergio Busquets var aftur á vøllinum eftir sóttarhald. Tað var slovakiski málverjin, Martin Dubravka, ið setti Spania í gongd, tá hann á løgnan hátt so at siga "smashaði" bóltin í egið mál, eins og ein flogbóltsleikari. Støðan hjá Slovakia gjørdist verri, tá Aymeric Laporte skoraði sítt fyrsta landsliðsmál í yvirtíðini í fyrra hálvleiki - hetta var í samband við hornaspark
Uppá eitt tíðarskeið á eitt korter í 2. hálvleiki skoraði heimaliðið tríggjar ferðir afturat, og harvið vann Spania 5-0 og slapp undan eyðmýkingini at verða sligið út av endaspælinum eftir tríggjar heimadystir. Spaniólar skulu spæla í Parkini móti Kroatia mánadagin. Fyri Slovakia merkir úrslitið, at liðið ikki hevði møguleika at koma víðari um ein av teimum fýra trý'arunum.
Hann "skifti frá Fraklandi" til Spania stutt fyri endaspælið og skoraði í gjár fyri fyrstu ferð
Ferran Torres verður fagnaður eftir, at hann hevur skorað til 4-0 - minuttin eftir at hann kom á vøllin
Luis Enrique fekk endliga nakað veruligt at fegnast um í Sevilla (Myndir: EPA)
Svøríki hevur fingið orð á seg, sum eitt av teimum meira keðiligu landsliðunum. Tann nakað stíva 4-4-2 skipanin hevur tó givið nógv góð úrslit fyri Janne Andersson. Í gjár undirhelt Svøríki - og vann.
Tað tók tveir heilar dystir, umframt ein tíma í gjár, áðrenn nakar fekk bóltin framvið Robin Olsen. Tað var, sjálvandi, Robert Lewandowski, ið basti stinna svenska málverjanum, og tað gjørdi pólski toppskjúttin, sum hevði brent ein risa møguleika í fyrra hálvleiki, aftur í 84. minutti. Við hesum málinum javnaði Lewandowski til 2-2, men tað var ikki nóg mikið fyri Pólland, og tá Lewandowski og co. jagstraðu sigurin, fór Svøríki í álop og avgjørdi dystin. Tað var innskifti Viktor Claesson, sum skoraði til 3-2 og harvið tryggjaði Svøríki 1. plássið í bólkinum. Hann hevði avloyst Emil Forsberg, ið hevði skorað til 1-0 og 2-0. Serliga málið til 2-0 var gott, og Forsberg trívist heilt væl á Gazprom Arena: Fýra mál í trimum endaspælsdystum á stóra leikvøllinum í Sankta Pætursborg. Úrslitið merkir, at Svøríki vann bólk E og harvið skal spæla áttandapartsfinalu móti Ukraina í Glasgow týsdagin.
Forsberg skoraði tvær ferðir fyri Svøríki..
Lewandowski skoraði tvey mál fyri Pólland, men tað var ikki nóg mikið, og frálíki áleyparin noyddist at veittra farvæl til endaspælið
Claesson og Svøríki halda fram og eru favorittar í fjórðingsfinaluni í Glasgow (Myndir: EPA)
Tvær ferðir 2-2 - týskarar undir stórum trýsti og met í Budapest
Ungarn kom ikki víðari, men tað er helst eingin ivi um, at liðið hevur staðið seg nógv betur, enn so at siga øll - uttanfyri Ungarn í øllum førum - væntaðu. Í gjár var liðið á odda tvær ferðir í regninum í München, og útjavnandi málið, ið sendi Týskland víðari og Ungarn út, kom ikki fyrrenn í 84. minutti.
Ungarn var á odda í samanlagt 70 minuttir á Allianz Arena, og András Schäfer skoraði til 2-1 næstan beint eftir, at Havertz hevði javnað. Tað var Leon Goretzka, sum á sínum vanliga heimavølli bjargaði Joachim Löw frá at enda sína tíð sum landsliðsvenjari við einum risa vónbroti. Ungarsku leikararnir vóru vónbrotnir eftir seinasta bríksl men høvdu eina vakra løtu saman við sínum áskoðarum, tá millum annað tjóðsangurin ljóðaði, og tárini trillaðu. Týskland skal spæla áttandapartsfinalu á Wembley týsdagin - móti Onglandi.
Goretzka gevur her Ungarn mønustingin
Ungarn fór sambært veddingarfyritøkum og viðmerkjarum helst einki stig at fáa - liðið var áleið tíggju minuttir frá at koma víðari úr deyðans bólki (Myndir: EPA)
Málið hjá Goretzka merkti, at Portugal fór niður á 3. pláss í bólkinum, og at Ronaldo og co. sunnudagin skulu stríðast við Belgia um pláss í fjórðingsfinaluni. 36-ára gamli Ronaldo er toppskjútti í EM við fimm málum. Hann skoraði tvey í Budapest í gjárkvøldið; bæði vórðu sett inn úr ellivu metrum á ísakaldan hátt . Tað seinna var til 2-2 og hevði við sær, at Portugal var tryggjað víðari luttøku, líkamikið hvar úrslitið varð í Týsklandi. Við málinum kom nummar sjey hjá Portugal upp á 109 mál í 177 A-landsdystum. Harvið hevur maðurin av Madeira nú metið saman við Ali Daei. Iranin nýtti bert 149 landsdystir at skora 109 mál.
Karim Benzema skoraði í gjárkvøldið síni landsliðsmál nummar 28 og 29 fyri Frakland. Talan var um fyrstu landsliðsmálini hjá 33-ára gamla áleyparanum og fyrrverandi liðfelaganum hjá Ronaldo síðani oktober 2015 - í fimm og eitt hálvt ár varð Benzema útihýstur frá Les Blues. Fyrra málið í gjár var til 1-1 í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, og tað kom eftir brotsspark, ið tyktist ógvuliga tunt dømt, eftir at Mbappé fór umkoll. VAR gjørdi einki við tað, men tveir minuttir inn í 2. hálvleiki tók tað eina rangstøðu burtur, sum varð dømd móti Benzema, eftir at hann hevði smekkað bóltin framvið Rui Patricio. Tað var Paul Pogba, ið við frálíkari alvering fann Benzema.
Benzema gjørdist tvífaldur málskjútti...
Og tað gjørdi Ronaldo, ið nú er uppaftur meira søguligur, eisini (Myndir: EPA)
2-2 kundu bæði liðini brúka til nakað ítøkiligt, og tað hendi ikki nógv eftir seinna brotssparksmálið hjá Ronaldo, ið kom eftir ein tíma. Pogba hevði eitt gott langskot, ið Patricio bjargaði frágerða væl. Frakland endaði sum vinnari av bólki F og skal spæla áttandapartsfinalu í Bukarest móti Sveis mánadagin. Portugal fær eina, á pappírinum, væl størri uppgávu.
3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Mikudagin 23.06
Bólkur E
La Cartuja, Sevilla
Spania - Slovakia 5-0 (2-0)
30' Sjálvmál 1-0
45 (+3) Aymeric Laporte 2-0
56' Pablo Sarabia 3-0
67' Ferran Torres 4-0
71' Sjálvmál 5-0
Gazprom Arena, Sankta Pætursborg
Svøríki - Pólland 3-2 (1-0)
2' Emil Forsberg 1-0
59' Emil Forsberg 2-0
61' Robert Lewandowski 2-1
84' Robert Lewandowski 2-2
90 (+4) Viktor Claesson 3-2
1. Svøríki 7 stig - víðari
2. Spania 5 stig - víðari
3. Slovakia 3 stig - úti
4. Pólland 1 stig - úti
Bólkur F
Allianz Arena, München
Týskland - Ungarn 2-2 (0-1)
11' Ádám Szalai 0-1
66' Kai Havertz 1-1
68' András Schäfer 1-2
84' Leon Goretzka 2-2
Puskás Arena, Budapest
Frakland - Portugal 2-2
31' Cristiano Ronaldo br. 1-0
45' (+2) Karim Benzema 1-1
47' Karim Benzema br. 2-1
60' Cristiano Ronaldo br. 2-2
1. Frakland 5 stig - víðari
2. Týskland 4 stig - víðari
3. Portugal 4 stig - víðari
4. Ungarn 2 stig - úti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald