Merih Demiral og Mert Günok. Soleiðis eita størstu turkisku hetjurnar eftir áttandapartsfinalu-sigurin í Leipzig í gjárkvøldið.
Tað eru ikki álopskendir spælarar sum Calhanoglu (hevði leikbann) og Güler (legði tó upp). Demiral skoraði bæði turkisku málini og bæði eftir hornaspark. Ta fyrra í fyrsta minutti, tá Eysturríki ikki ruddað, og ta seinna í 59. minutti við frálíkum stútara.
Bólturin hekk í netinum eftir kraftmikla stútaran hjá Demiral...
...men Günok forðaði fyri, at Eysturríki javnaði í yvirtíðini
Og gjørdist hetja (Myndir: EPA)
Eysturríki skoraði eisini eftir hornaspark, men tað endaði við turkiskum sigri og fagnaði. Eisini hóast stóran møguleika í yvirtíðini; tí Günok í málinum stórbjargaði.
Í fótbóltsglaða landinum droyma tey nú um hálvfinalu, eins og til EM 2008 og HM 2002. Spurningurin er so, um Vincenzo Montella fær leitt liðið framvið Niðurlondum eisini.
EM 2024 áttandapartsfinalur
Í gjár, týsdagin 2. juli
Rumenia - Niðurlond 0-3 (0-1)
20' Cody Gakpo (Xavi Simons) 0-1
83' Donyell Malen (Cody Gakpo)
90+3' Donyell Malen
Les eisini: Flúgvandi spældu teir seg í fjórðingsfinalurnar
Eysturríki - Turkaland 1-2 (0-1)
1' Merih Dermiral 1-0
59' Merih Dermiral 2-0
66' Micheal Gregoritch 2-1
Í dag er hvílidagur í Týsklandi, og soleiðis verður eisini í morgin. Síðani fáa fótbóltsáhugaði løn fyri stríðið fríggjadagin, tá lagt verður fyri við tveimum stórdystum í fjórðingsfinalunum.
EM 2024 fjórðingsfinalur
Fríggjadagin 5. juli
17.00: Týskland - Spania (Stuttgart)
20:00: Frakland - Portugal (Hamburg)
Leygardagin 6. juli
17.00: Ongland - Sveis (Düsseldorf)
20.00: Niðurlond - Turkaland (Berlin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald