Niðurlond tapti 3-2 fyri Eysturríki í seinasta bólkaspælsdystinum, men í dag var eingin slingur í valsinum hjá Ronald Koeman og hansara monnum móti Rumenia.
Tað var skjótt, at favorttarnir settu seg á dystin, og hol kom á, tá Cody Gakpo vísti sínar dygdir í vinstru síðu. Liverpool-spælarain strálaði í dag og var við í nógvum góðum hjá Niðurlondum.
Gakpo og Van Dijk fegnast um 1-0 málið (Mynd: EPA)
Álopini skolaðu móti rumenska málinum, og tað sá út til at vera ein spurningur um tíð, áðrenn økt varð um leiðsluna. Tað manglaðu tó seinasta skerpni og at taka røttu avgerðirnar í avgerandi løtunum.
Tað var tó har í 83. minutti. Gakpo breyt ígjøgnum á baklinjuna, prikaði útfrá og so var Donyell Malen til reiðar og beindi bóltin í netið til 2-0.
Gakpo fann Malen, og so var 2-0 (Mynd: EPA)
Dortmund-vongurin skoraði eisini til 3-0; sjálvt um ein skógvur nærum lá fyri í brotsteignum (Mynd: EPA)
Kviki vongurin økti eisini til 3-0 í yvirtíðini, tá niðurlendingarnir vunnu bóltin á egnari hálvu og fóru avstað. Malen rak, setti rumena av og snýtti málverjan við fløtum skoti.
Rumenia byrjaði endaspæli við flottum 3-0 sigri á Ukraina, men síðani er dampurin farin av. Sannførandi sigur til Koeman og hansara menn, og Niðurlond hevur fjórðingsfinalu móti Eysturríki ella Turkaland leygarkvøldið. Liðið er í "lættari hálvuni" av EM, og tí hómar man eitt finalupláss í landinum við stoltu fótbóltssøguni.
Í dag, týsdagin 2. juli
Rumenia - Niðurlond 0-3 (0-1)
20' Cody Gakpo (Xavi Simons) 0-1
83' Donyell Malen (Cody Gakpo)
90+3' Donyell Malen
20.00: Eysturríki - Turkaland (TV2/TV2 Play)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald