Fótbóltur

Nú fær Adrian ein møguleika at vísa seg á A-landsliðnum

Glóðheiti Hillerød-spælarin millum teir fyrstu ellivu móti Liktinstein. Bartal Wardum byrjar eisini inni, Teitur Matras Gestsson verður aftur at síggja í málinum, og Føroyar hava tveir áleyparar.

Adrian Rúnason Justinussen til venjing í vikuni. Hann hevur víst seg ógvuliga væl fram í donskum fótbólti og skal nú byrja inni á fyrsta sinni á A-landsliðnum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Adrian Rúnason Justinussen til venjing í vikuni. Hann hevur víst seg ógvuliga væl fram í donskum fótbólti og skal nú byrja inni á fyrsta sinni á A-landsliðnum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-03-22 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið ein álopskendur profilur hjá HB og í Betrideildini størsta partin av seinastu árinum, men 25-ára gamli vongurin, við sereginleikar í serliga sparkinum, hevur bert 22 minuttir á A-landsliðnum.

Teir komu móti Liktinstein á venjingarlegu í Spania í mars 2022. Nú - nærum júst tvey ár seinni, í sama landi og móti sama mótsstøðuliðið - fer Adrian Rúnason Justinussen aftur at umboða Føroyar. Hesaferð spælir hann frá byrjan. 

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - Adrian Rúnason Justinussen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen - Pætur Petersen, Jóan Símun Edmundsson

Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
17.00: Føroyar - Liktinstein

Kringvarpið vísir dystin

Sí eisini: Landsliðið liggur fyri móti Liktinstein í kvøld

Adrian Justinussen hevur gjørt bart í Hillerød í ár og byrjar nú inni á A-landsliðnum á fyrsta sinni. Tað ger Bartal Wardum fyri aðru ferð. Eisini er áhugavert, at Teitur Matras Gestsson er aftur í málinum - Mattias Lamhauge og Bárður á Reynatrøð vardu málið í seinnu hálvu í fjør - og at Føroyar spæla 4-4-2. 

------------------------------------

FSF kunnger liðið á hendan hátt:

Í dag klokkan 17:00 spælir føroyska manslandsliðið ársins fyrsta altjóða skrásetta landsdyst. Talan er um venjingardyst móti Liktinstein, sum verður spældur á Marbella Football Center í Spania.

Føroyski hópurin kom til Marbella seint seinnapartin mánadagin, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni á La Quinta venjingarvøllinum, ið liggur skamt frá sjálvum leikvøllinum, her landsdysturin verður spældur.

Allir mans eru væl fyri og tøkir til dystin móti Liktinstein, og teir fyrstu ellivu, ið venjarin, Håkan Ericson hevur valt at byrja, eru eisini klárir at trína á vøllin.

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Brandur Olsen, Adrian Justinussen, Rene Shaki Joensen og Gunnar Vatnhamar, meðan fremstu menninir verða Pætur Petersen og Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum sita Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Andrass Johansen, Mads Boe Mikkelsen, Arnbjørn Svensson, Hannes Agnarsson, Sølvi Vatnhamar, Klæmint Olsen og Petur Knudsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder