2025-02-06 15:53
Tórshavnar Marathon - við millum annað hálvmarathon - hevur verið í nógv ár, Klaksvík hevur sítt hálvmarathon, og so er millum annað eisini "Føroya vakrasta hálvmarathon" í Vágum.
Í ár fær Sandoyggin eisini sítt hálmarathon. Hesum boða fyrireikarar frá í skrivi í dag, hósdagin 6. februar. Tað eru B71 og Alt Events, sum skipa fyri tiltakinum - við ymiskum stuðulum.
Tað verður dýrabiðidag 16. mai 2025, at Sandoy hálvmarathon verður fyri fyrstu ferð.
- Um Sandoynna skrivaði skaldið Heðin Brú at hon var "ungmoyggin millum oyggjar í Føroyum" og at líkt var til at skaparin var komin úr konugildi, tá hann myndaði oynna. Hesar serstaku fløturnar og lágu fjøllini eru eyðkenni fyri Sandoynna og valda rutan til komandi hálvmarathon ger sær dælt av vakra umhvørvinum og serstaka upplivilsinum tað er at renna ella ganga her.
Teinurin inniheldur tiltikna túrin kring Sandsvatn, umframt ein túr út í Søltuvík. Tað verður eisini møguligt at tekna seg til ein stytri tein og harvið luttaka í tann mun, ein sjálvur ynskjur.
- Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum suður í Sandoynna til ein hugnaligan og stuttligan hálvmarathon dag í einastandandi flottum og søguríkum umstøðum.
Meira fæst at vita inni á facebookvanganum Sandoy hálvmarathon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald