Annað

Nú fær Champions League eina eyka útskifting

Eyka útskiftingin kann brúkast í longdu leiktíðini.

Loris Karius fekk heilaskjálvta í Champions League finaluni 2017/2018

Loris Karius fekk heilaskjálvta í Champions League finaluni 2017/2018

2018-07-05 14:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur avgjørt, at ein eyka útskifting verður loyvd í Champions League komandi kappingarár. Hendan eyka útskiftingin verður loyvd í longdu leiktíðini. Hetta merkir, at liðini nú fáa upp til fýra útskiftingar.

Harafturat kann hvørt lið hava 12 eykaleikarar í finaluni. Liðini hava havt loyvi til at hava 7 eykaleikarar á bonkinum.

Nú fáa venjarar og hjálparfólk eisini loyvi at hava elektronisk tól, sum haldast við hondini, á bonkinum, so sum telefonir, teldlar og farteldur. Orsøkin til hetta er at tað skal økja um vælveruna og trygdina hjá leikarum. Hjálpartólini kunnu eisini nýtast til taktikk.

Ein av orsøkunum til hjálpartólini verða loyvd er at hvørki hjálparfólki ella heilsufólki sóu samanstoytin millum Liverpool málverjan Loris Karius og Real Madrid verjuleikaran Sergio Ramos í Champions League finaluni í mai, sum kann hava ført til heilaskjálvtan hjá málverjanum, skrivar BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder