Hondbóltur

Nú fellur hamarin: Gjald fyri U21-stroyming

Stroymingin av HM-fjórðingsfinaluni móti Slovenia í morgin verður gjøgnum Handball-Globe og kostar smáar 60 krónur.

(Mynd: IHF / Kolektiff)

(Mynd: IHF / Kolektiff)

2025-06-25 19:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Higartil eru vit blivin forkelaði at síggja ókeypis hondbólt, nú okkara U21-menn eru til HM-endaspæl í Póllandi.

Tað hevur gingið so mikið væl, at Føroyar í annaðkvøld klokkan 20 spæla fjórðingsfinalu móti Slovenia, og nú fellur hamarin.

Fjórðingsfinalan verður stroymd, men tað verður gjøgnum tænastuna Handball-Globe og kostnaðurin er 8 evrur - smáar 60 krónur.

Hondbóltssambandið upplýsir, at tað altso ikki verður møguligt at stroyma hendan dystin á Youtube-síðuni hjá IHF sum undanfarnu dystir. Tað er Sportfive, sum eigur sjónvarpsrættindini til dystin, og hevur avgjørt, at rindast skal fyri stroyming.

Atgongd til dystin kann keypast her

--

Um ein ikki vil í gongd við stroyming, ber til at fylgja við beinleiðis bloggi her á Portalinum, sum í morgin eisini fer at hava myndir meðan dysturin er í gongd. Eisini ber til at fylgja við á livescore tænastuni ovast á forsíðuni á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder