Næstu kvøldini vera nógvir avgerandi dystir í EM-endaspælinum. Portugal, Spania og Týskland hava vissa sær víðari luttøku, og bert Pólland er heilt úti áðrenn seinasta umfar í bólkaspælinum.
Greiða skal fáast á, hvussu verður við hini tjúgu liðunum. Samanlagt 16 pláss eru í áttandapartsfinalunum: Júst hvørji 13 afturat koma við, og hvørji skulu spæla móti hvørjum, verður endaliga greitt mikukvøldið.
Fyrsti bólkurin verður avgjørdur í kvøld. Týskland kann tryggja sær 1. plássið í bólki A við at fáa stig móti grannunum úr Sveis. Sveis fer við nærum 100 prosent vissu at koma víðari - spurningurin snýr seg mest um, um tað verður sum nummar eitt, tvey ella trý í bólkinum.
Tað er ikki lagt upp til, at týskarar fara at spara nakað serligt í kvøld. Teir skulu eisini undirhalda á ivasama undirlagnum í Frankfurt og byggja á góðu gongdina higartil. Julian Nagelsmann og hansara menn hava higartil skorað sjey mál.
Sveis hevur ógvuliga torføra uppgávu móti týsku vertunum - Ungarn er lítil favorittur móti Skotlandi (Mynd: EPA)
Bæði Ungarn og Skotland hava knívin á barkanum í Stuttgart. Skotar reistu seg eftir vánaliga byrjanardystin hjá sær, men eitt stig í kvøld verður allarhelst ikki nóg mikið hjá landinum, sum ongantíð er komið langt í einum EM-endaspæli.
Fleiri høvdu størri vónir til Ungarn, enn hvat liðið hevur víst higartil. Kravið í kvøld er einfalt: Ein sigur skal til móti Skotlandi, um Ungarn skal koma víðari.
EM 2024 - 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Í kvøld, sunnudagin 23.06
20.00:
Týskland - Sveis (TV2/TV2 Play)
Skotland - Ungarn (TV2 Sport/TV2 Play)
Bólkur A
1. Týskland 6 stig *
2. Sveis 4 stig
3. Skotland 1 stig
4. Ungarn 0 stig
* Er víðari
Nummar 1 og 2 fara víðari til áttandapartsfinalurnar. Fýra av teimum seks trý'arunum - teir ið fáa flest stig - koma eisini við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald