Fótbóltur

Nú fer VFF Cup í gongd

Tað fyrsta av teimum seks umførunum verður avgreitt komandi samdøgrið. EB/Streymur og NSÍ leggja til brots á Eiði í kvøld. Fýra dystir verða í morgin - ein verður vístur á Rás1.

NSÍ og EB/Streymur hittast í ársins fyrsta venjingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ og EB/Streymur hittast í ársins fyrsta venjingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-15 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað tykist ikki, sum tað er so langt síðani at føroyskur fótbóltur fór í vetrarfrí, og tað er tað veruliga ikki. Finalan um Løgmanssteypið varð leikt 5. desember, upp- og niðurflytingardysturin seks dagar frammanundan, og níggju manslið spældu sín seinasta dyst síðst í november ella fyrst í desember. 

Síðani hevur ein stuttur steðgur verið í venjingunum, men leikarar hava hildið seg í gongd, og nú eru øll liðini á vøllinum aftur - tey flestu byrjaðu fyri tíggju døgum síðani.

Seinastu tvey árini hevur Venjarafelag Føroya, í samstarvi við feløgini, skipað fyri VFF Kup yvir fleiri vikur.  Fyrr var kappingin ein dag, har stuttir dystir vórðu leiktir. Núverandi skipan, við seks umførunum, hevur eydnast væl, og tað hevur fingið venjingardystir hjá liðunum í miera fasta legu.

Níggju av liðunum í Betrideildini hjá monnum luttaka í VFF Kup. TB er heldur ikki við í ár. Ístaðin luttekur Skála - ein av niðurflytaranum.

Fyrsti dysturin verður leiktur í kvøld í Hólmanum á Eiði, har NSÍ vitjar. Dysturin á Toftum í morgin, har KÍ er útiliðið, verður vístur á Rás1.

VFF Cup - 1. umfar
Fríggdagin 15.01: 
18.30: EB/Streymur - NSÍ

Leygardagin 16.01:
11.00: Víkingur - Skála
12.00: B68 - KÍ
13.00: 07 Vestur - HB
           ÍF - B36

Skrá: dystir.fo - har ber eisini til at fylgja gongdini í dystunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder