Besti venjari í Allsvenskan í august og møguliga eisini fyri september - hann er í øllum førum tilnevndur. Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Mikkjali Thomassen seinastu tveir mánaðirnar.
Eftir tapini fyri GAIS í tveimum teimum fyrstu dystunum í AIK, spældi liðið hjá Mikkjali níggju dystir á rað uttan tap í Allsvenskan.
Átta teirra vann AIK - seinast tríggjar á rað - og harvið blandar liðið seg av álvara í evropeiska stríðið heldur enn at liggja umleið miðjuna, sum tað var fyrstu mánaðirnar.
Ósigraða røðin steðgaði tó í dag, tá BK Häcken vitjaði á Strawberry Arena. Bæði málini í Stokkhólmi komu eftir steðgin, og útiliðið skoraði bæði.
Mikkjal Thomassen hevur fingið meria at hugsa um eftir dagins dyst - AIK liggur tó framvegis væl fyri í evropeiska stríðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Úrslitið merkir, at AIK framhaldandi er á 4. plássi, nú fýra umfør resta í. Harvið liggur liðið hjá Mikkjali Thomassen framvegis væl fyri, í mun til at koma í Conference League næsta ár.
Nú verður landsliðssteðgur í Svøríki og kring Evropa - seinni í oktober og november verður avgjørt, hvørt AIK fær evropeiskt pláss og/ella heiðursmerki ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald