Nú bjóðar Róðrargrunnur Føroya aftur kappróðrarfeløgum at søkja um stuðul til at smíða kappróðrarbátar.
Á fíggjarlógini fyri 2022 hevur løgtingið játtað 100.000 krónur til kappróðrarbátasmíð, sum kappróðrarfeløg kunni søkja um.
Róðrargrunnur boðar frá, at freistin at søkja um stuðul úr grunninum er um eina viku – 25. apríl. Treytir fyri at fáa stuðul er, at kjølurin er strektur 25. apríl 2023.
Í umsóknini, sum í mesta lagi skal vera ein A4-síðan til longdar, skulu vera kostnaðarætlan, tíðarætlan og upplýsing um, hvør skal smíða bátin. Harumframt skulu í umsóknini upplýsast teldupostur og telefonnummar hjá minst tveimum persónum, sum hava ábyrgd av felagnum, ið søkir.
Umsóknirnar um stuðul úr Róðrargrunninum verða viðgjørdar í mai.
Tey seks, ið stjórna Róðrargrunni Føroya eru:
- Jan Herman Hansen, formaður, ÍSF
- Sigga Vang, næstforkvinna, Vinnuháskúlin
- Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri
- Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag
- Anna Rein, Kvinnufelagið
- Uni Arge, Føroysk Miðlafólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald