Hondbóltur

Nú nærkast av álvara til avgerandi vikuna

Mikukvøldið 3. apríl taka Føroyar móti svenska oddaliðnum - heilt avgerandi dysturin um EM-pláss verður í Íslandi sunnudagin 7. apríl.

Elsa Egholm í gjøgnumbroti móti Íslandi í oktober. Tá vóru Føroyar væl við - um eina viku gongur leiðin til Íslands til lagnudysti í EM-undankappingini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Elsa Egholm í gjøgnumbroti móti Íslandi í oktober. Tá vóru Føroyar væl við - um eina viku gongur leiðin til Íslands til lagnudysti í EM-undankappingini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-29 21:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað snýr seg um at hava eina samlaða góða málúrttøku, og um tað eydnast at fáa stig Í Íslandi, so burdi EM-plássið verið tryggjað.

At fáa stig móti Svøríki er ógvuliga ósannlíkt, hóast Svøríki hevur vunnið bólkin, tað er á heimavølli, og millum annað verður stjørnan Jamina Roberts ikki við. Føroyar taptu við 17 málum í Svøríki í oktober - hóast okkara vóru væl við tað mesta av fyrra hálvleiki.

Unga liðið er í menning og bjóðaði av álvara Íslandi av í fjør. Tá kostaðu brend skot av serliga vongplássunum, og Ísland vann við fimm málum á Hálsi. Føroyar kunnu tó allarhelst spæla upp við tær íslendsku um níggju dagar, um man rakar upp ímóti sínum topp-stigi. Ísland verður eisini sína størstu stjørnu fyriuttan: Sandra Erlingsdóttir er við barn og harvið ikki tøk.

Hóast eitt stig ella enntá ein føroyskur sigur á Hafnarfjørðinum møguliga ikki er nóg mikið at fáa 2. plássið, so burdi tað verið nóg mikið til at gerast ein av teimum fýra bestu trý'arunum: Og fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM-endaspælið í desember.

[object Object]
Teir bestu trý'ararnir í løtuni - bert úrslit móti nummar eitt og tvey í bólkinum telja í hesum roknistykkinum

Í løtuni eru Føroyar á 2. plássi í bólkinum, men Ísland yvirhálar helst mikudagin, tá liðið vitjar í Luksemborg. Føroyar vildu verið betri trý'ari enn øll uttan Serbia og Portugal nú, so man er í góðari støðu. Um tað ikki eydnast at fáa stig móti Svøríki ella Íslandi, so telur hvørt mál í hesum dystunum tó.

Føroyska liðið verður av álvara savnað 2. páskamorgun og hevur nakrar venjingar saman áðrenn dystin á Hálsi mikukvøldið klokkan 19.

[object Object]
Mynd: HSF

Portalurin verður til staðar til hendan dystin, og vera vit eisini við á túrinum til Íslands. Ymiskt tilfar verður rundanum dystirnar, ið kunnu tryggja Føroyum eitt atgongumerki til EM-endaspælið í desember.

Undankappingin til EM 2024, bólkur 7

Støðan eftir 4 umfør:
Svøríki 8 stig *
Føroyar 4 stig
Ísland 4 stig
Luksemborg 0 stig
*Víðari til EM

5. umfar - mikudagin 3/4
(19.00): Føroyar - Svøriki
Luksemborg - Ísland

6. umfar - sunnudagin 7/4
(18.00): Ísland - Føroyar
Svøríki - Luksemborg

Nummar eitt og tvey koma víðari. Fýra av teimum átta trý'arunum í undankappingini koma eisini til EM. Her snýr tað seg um at hava best úrslit móti teimum fremstu liðunum í bólkinum (stig og/ella mál)

Føroyski hópurin til dystirnar móti Svøríki og Íslandi:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útispælarar:
Rannvá Olsen, VÍF
Hervør Niclasen, Neistin
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder