Annað

Nú nærkast Vetrarkappingin

Aftur í ár skipar rennifeløgini fyri BETRI Vetrarkappingini.

Startskotið til Runt Agnið er eisini altíð startskotið til alla Vetrarkappingina, og er tí altíð ein serligur spenningur í luftini, tá hildið verður til beins oman eftir Heygsvegnum á Toftum (Mynd: FIF.fo)

Startskotið til Runt Agnið er eisini altíð startskotið til alla Vetrarkappingina, og er tí altíð ein serligur spenningur í luftini, tá hildið verður til beins oman eftir Heygsvegnum á Toftum (Mynd: FIF.fo)

2018-10-18 11:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin 3. november byrjar BETRI Vetrarkappingin aftur. Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar. Og sum vanligt verður lagt fyri við navnfromu kappingini Runt Agnið, sum altíð hevur verið væl vitjað, og sum hevur havt óvanliga gott veður at bjóða øll tey seinastu árini.

Reglurnar fyri Vetrarkappingina verða tær somu sum seinasta ár  og kappingarnar verða stórt sæð tær somu, skrivar Fræslur Ítróttur Føroya á heimasíðu síni. Bert ein vika er í millum onkrar av kappingunum, og kemst hetta m.a. av kappingum uttanlands, sum fleiri skulu til. Skráin er henda:

  1. umfar 3. november – Runt Agnið, Roysnið – 10,3 km (børn 5 km)
  2. umfar 17. november – Hvirlan, Kerjarenningin frá Hotel Føroyum – 10,5 km (børn 1,5 km)
  3. umfar 01. desember – Bragdið
  4. umfar 26. januar – Frælsi, Sørvágur, Bøur, Sørvágur – 8 km (børn 1,5 km)
  5. umfar 09. februar – Bragdið, FM lendisrenning – 8 km (børn 2,5 km)
  6. umfar 02. mars – Treysti, Norðdepil (Fossánes)
  7. umfar 09. mars – Hvistan, Vágur
  8. umfar 23. mars – Roysnið, FM 10 km í Runavík (børn 5 km)

Bólkarnir fyri hesa vetrarkappingina síggja soleiðis út:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2002)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1964-1973)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1954-1963 )
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1953 ella fyrr) 
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1998-2002)
-Gentur / Dreingir (f. 2003-2007)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder