Fótbóltur

Nú restar ikki nógv í hjá KÍ

Útiliðið var greitt omaná á Eiði í kvøld, og nú øll liðini hava fýra dystir eftir, hevur KÍ níggju stig niður til B36 á øðrum plássi.

Odmar Færø spældi aftur 90 minuttir, og royndi miðverjin skoraði annan dystin á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø spældi aftur 90 minuttir, og royndi miðverjin skoraði annan dystin á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-27 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Betrideildini hjá monnum var á skránni í kvøld. Talan var um ein útsettan dyst frá 17. umfari - fyrst í august. KÍ vitjaði á Eiði og kundi taka eitt stórt fet móti triðja FM-heitinum á rað.

Hetta gjørdi KÍ eisini við 2-0 sigri. Útiliðið setti seg beinanvegin á dystin móti skerda EB/Streyma-liðnum og skapti nógvar góðar støður, umframt stórar málmøguleikar, gjøgnum dystin.

EB/Streymur hevði ikki nógv at bjóða uppá frameftir, men stríddist væl ímóti. Hóast tað eingin ivi var um munin samanlagt, so kunnu teir á heimaliðnum iðra seg um, hvussu KÍ kom á odda eftir 35 minuttir. Tað sá út til, at Rógvi Egilstoft átti málspark, men Árni Frederiksberg fekk hornaspark í høgru og sendi tað beint í pannuna á heldur fría Odmari Færø. Annar dysturin á rað at júst hetta samstarvið í hesari støðuni gevur mál, og triði dysturin a rað at “Árnaspark” endar við leiðslumáli til KÍ.

Oddaliðið leitaði eftir seinna málinum, og fekk tað í 73. minutti. Patrick Da Silva dribblaði flott framvið tveimum í vinstru og legði av baklinjuni út frá til púra fría Jóannes Kalsø Danielsen. Høgri bakkurin skoraði “sum vanligt” móti EB/Streymi.

0-2 og so hendi ikki nógv afturat - fleiri ungir mans hjá báðum liðnum komu á vøllin seinastu løtuna. EB/Streymur hevði tá eyga á heimadystinum móti TB sunnudagin, ið so at siga kann tryggja liðnum sæti í deildini í 2023.

KÍ helt málið reint fyri fyrstu ferð í seinnu hálvu - og vann fyri fyrstu ferð í grønum. Liðið hjá Magna Hoseth kann tryggja sær meistaraheitið sunnudagin. Kravið er eitt betri úrslit móti ÍF á heimavølli, enn B36 fær í Sarpugerði móti Víkingi.

Betrideildin - útsettur dystur frá 17. umfari
Mikudagin 27.09 á Eiði

EB/Streymur - KÍ 0-2 (0-1)
36’ Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 0-1
74’ Jóannes Kalsø Danielsen (Patrick Da Silva) 0-2

Meira um dystin sæst á dystir.fo

Støðan eftir 23. umfar:

1. KÍ 62 stig (23 dystir)
2. B36 53 stig (23 dystir)
3. HB 48 stig (23 dystir)
4. Víkingur 48 stig (23 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (23 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (23 dystir)
7. B68 20 stig (23 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (23 dystir)

24. umfar

Leygardagin 30. september
07 Vestur - AB (klokkan 17)
HB - B68 (klokkan 18)

Sunnudagin 1. oktober
KÍ - ÍF (klokkan 15)
TB - EB/Streymur (klokkan 15)
Víkingur - B36 (klokkan 15)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder