Árni Frederiksberg var nær við at geva Kauno Zalgiris ein skelk um sama mundið, og so at siga sama hátt, sum hann gjørdi í sambandi við 1-0 í Luksemborg mikudagin.
Sí her: Árni og Páll snýta málverjan og allar hinar
Men málverjin hjá litaviska meistaraliðnum megnaði at beina bóltin út til hornaspark, og eftir 28 minuttir fingu tey flestu við Djúpumýru ein skelk. Talvan hjá 4. dómaranum fór upp, og nummar 7 hjá KÍ stóð í reyðum: Árni Frederiksberg skuldi av vølli.
![]()
Føroyski málstigkongurin í Champions League noyddist av vølli í 1. hálvleiki (Myndir: Sverri Egholm)
Hann var ikki nøgdur, men Champions League-toppskjúttin hjá KÍ hevði sjálvur biðið um útskifting: Baklærið darvaði Árna Frederksberg. Sum skilst hevur tað gjørt tað hjá vonginum fyrr í summar, men hann fór mest sannlíkt út í nóg góðari tíð til, at 7'arin er í spæl til seinna og avgerandi Champions League-dystin í Litava.
Har kann KÍ veruliga fáa tørv á Árna Frederiksberg, tí liðið hjá Magnus Powell skal vinna í Litava. Hetta er greitt eftir málleysa javnleikin við Djúpumýru í kvøld - har teir kongabláu millum annað saknaðu góðskuna hjá Árna í deyðbóltunum út á dystin.
Útiliðið vildi ikki nakað serligt frameftir, og KÍ, við sterkari skipan og hørðum arbeiði fekk ikki nakað skot á málið móti sær. Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen og Gaston Nicholas Tellechea vóru millum teir, ið stóðu sterkir í myndini.
Hinvegin skapti KÍ einki serligt fyri steðgin. Bæði liðini spældi við lítlum vága og lítlari ferð við bóltinum. Her skuldi ikki nógv latast burtur.
Men í 2. hálvleiki hevði KÍ nóg mikið av góðum møguleikum og støðum til at vinna sær fyrimun við. Serliga Jonn Johannesen, Jean Carlos de Brito, nýggi spælarin á miðvøllinum, Mansour Sinyan, og til endans Jóannes Kalsø Danielsen vóru nær við, men tað endaði 0-0.
![]()
![]()
KÍ'arnir settu seg á dystin í 2. hálvleiki og vóru nakrar ferðir nær við at beina bóltin í netið (Myndir: Sverri Egholm)
Seinni dysturin verður spældur 29. juli, ólavsøkudag. Vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og tryggjar sær eisini pláss í einum deildarspæli.
Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
KÍ - Kauno Zalgiris 0-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald